Útvarpsskráin
22.15  Tónleikur  Lurta eftir sendingini
00.00  Tónleikur 
06.30  Góðan morgun Føroyar 
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
Sjónvarpsskráin
23:30 Veðrið 
23:35Liðugt 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Portørar í arbeiðssteðg
     mánadagur, 01. februar 2010 14.07 - Innland - Óluva Zachariassen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Portørar fara í arbeiðssteðg klokkan 15 í dag. Samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum slitnaðu í gjár, tí partarnir megnaðu ikki at semjast um nýggjan sáttmála.Portørar í arbeiðssteðg

Arbeiðssteðgurin fer at raka alt inniarbeiðið hjá portørunum á sjúkrahúsunum. Hetta er m.a. at koyra sengur millum deildir, tøma burturkast og flyta toy. Alt bráfeingis arbeiði verður tó gjørt. Tað eru læknarnir, sum avgera, hvat er bráfeingis.

Eitt, sum skilur partarnir, er, at portørarnir vilja bólkast og lønast eftir førleikum.

Partarnir stóðu so mikið langt frá hvørjum øðrum, at semingsmenninir vildu ikki leggja semingsuppskot fyri partarnar.

Sáttmálin hjá portørunum gekk út 1. apríl í fjør.
 
Vel besta málið - lítil
Tipping 2010

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya