Útvarpsskráin
07.35  Góðan morgun Føroyar  Lurta eftir sendingini
08.00  Tíðindi 
08.03  Góðan morgun Føroyar 
09.00  Tíðindi 
09.03  Góðan morgun Føroyar 
Sjónvarpsskráin
17:25 D&V við teknmálstulki 
17:54 Veðrið 
18:00 Klú! 1:8 
18:18 Timmy tíð 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Kyndil vann í Vestmanna
     sunnudagur, 31. januar 2010 17.34 - Ítróttur - Tórður Mikkelsen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Hóast nógvar feilir og ov lítið skipað spæl, var gamli klassikarin í Vestmanna millum menninar hjá VÍF og Kyndli alla tíðina spennandi. Vestmenningar høvdu møguleikan at javna í endanum, men Kyndil vann við einum máli, 21-20. Í Havn vann oddaliðið Neistin greiðan sigur á KÍF.Kyndil vann í Vestmanna

-Hetta kann geva okkum sjálvsálitið aftur áðrenn steypafinaluna. Og vinna vit ein dyst afturat, so kunnu vit eisini vera á veg í FM-finaluna, tí kappingin er so sera jøvn, staðfesti Bárður Johannesen fyri Útvarpinum beint eftir dystin.

Hjá VÍF vóru Sámal Joensen og málmaðurin Eli Müller ikki við. Men tað heldur Agnar Joensen hjá VÍF ikki eigur at vera nøkur undanførsla. Hann var illa nøgdur við avrikið í dag.

-Eg helt, at menninir orkaðu ov illa at renna fram í álop. Gera vit ikki tað, so vinna vit ikki ein dyst, staðfesti ein vónbrotin Agnar Joensen.

Í Havn vann oddaliðið Neistin greitt á KÍF. Úrslitið gjørdist 34-28.
 
Tipping 2010
Vel besta málið - lítil

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya