| 06.30 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
| 07.15 |
Barnaútvarpið
|
| 07.30 |
Tíðindi
|
|
| 17:25 | D&V við teknmálstulki | | 17:54 | Veðrið | | 18:00 | Klú! 1:8 | | 18:18 | Timmy tíð |
|
|
|
| |
TB-kvinnur eru á veg í FM-finaluna sunnudagur, 31. januar 2010 16.14 - Ítróttur - Tórður Mikkelsen | | | Flogbóltskvinnurnar á Tvøroyri hava í dag vunnið ein tryggan 3-1 sigur á oddaliðnum SÍ í høllini í Trongisvági. Undan hesum dystinum var TB á øðrum plássi, og sigurin í dag er eitt stórt fet í finaluna um føroyameistaraskapin. Mjølnir og Fleyr vunnu eisini sínar dystir. |  |
Suni Vang Petersen, sum sá dystin í høllini í Trongisvági, segði í samrøðu við Smassj í Útvarpinum beint eftir dystin, at TB-kvinnurnar vóru sera uppsettar í dag. Samstundis helt hann, at oddaliðið úr Sørvági vísti ikki í dag tað spælið, sum tær eru førar fyri at spæla.
Mjølnir helt fast í sínum møguleika at koma í FM-finaluna við at vinna ein tryggan 3-0 sigur á botnliðnum KÍF í høllini í Kollafirði. Tær hava framvegis tvey stig upp til annað plássið, sum gevur tað seinna finaluplássið. Hitt plássið hevur oddaliðið SÍ langt síðani tryggjað sær.
Fleyr hevði heldur ongar trupulleikar at vinna dystin móti ÍF í Gundadalshøllini í Havn.
Eikligan kvinnur: TB-SÍ 3-1 (25-20, 25-18, 20-25, 25-23) Fleyr-ÍF 3-0 (25-11, 25-17, 25-20) KÍF-Mjølnir 0-3 (10-25, 12-25,13-25)
Støðan: 1. SÍ 22 2. TB 18 3. Mjølnir 16 4. Fleyr 14 5. Dráttur 10 6. ÍF 4 7. KÍF 0
Eikligan menn: Fleyr-ÍF 3-1 (25-22, 25-13, 21-25, 25-20) SÍ-Mjølnir 3-0 (25-14, 27-25, 25-20)
Støðan: 1. SÍ 12 2. Mjølnir 11 3. Fleyr 8 4. ÍF 0 |
|
 |
|
|
|
|
|