Útvarpsskráin
06.00  Morguntónleikur  Lurta eftir sendingini
06.30  Góðan morgun Føroyar 
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
07.15  Barnaútvarpið 
Sjónvarpsskráin
17:25 D&V við teknmálstulki 
17:54 Veðrið 
18:00 Klú! 1:8 
18:18 Timmy tíð 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Pál: Nú kann eg hugsa um svimjingina
     sunnudagur, 31. januar 2010 12.29 - Ítróttur - Tórður Mikkelsen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
"Nú fái eg heilt aðrar møguleikar og kann burturav nýta orkuna til svimjingina og skúlan" segði Pál Joensen, tá hann í gjár fekk ein høvuðsstuðul. "Pál er besta prógvið um, at ein kann røkka langt við miðvísari ætlan og hørðum arbeiði", segði Leivur Holm, stjóri hjá Pf. Leif Mohr.Pál: Nú kann eg hugsa um svimjingina

Seinnapartin í gjár var móttøka og tíðindafundur í LM-Handlinum á Hálsi í Havn. Fyritøkan vildi gera nakað serligt burturúr, at hon í ár hevur 75 ár á baki. Tí hevur hon gjørt av stuðla unga vágbinginum Pál Joensen við einari munandi upphædd.

-Pál Joensen er ein fyrimynd fyri føroyska ungdómin, og harvið eisini fyri stóran part av okkara starvsfólkum. Kanska verður hetta árið, tá hann kemur heilt upp á ovastu rók, segði Leivur Holm, áðrenn hann handaði Pál skrivliga prógvið, at fyritøkan er høvuðsstuðul.

Svimjisambandið nýtir eina hálva millión av peninginum til úrvalsítrótt frá landinum til verkætlanina hjá Pál Joensen. Men upphæddin frá Leif Mohr, sum sambært stjóranum er eitt pent runt tal við seks tølum, er til Pál sjálvan.

-Nú kann eg fyrireika meg í friði og náðum, tí eg havi fingið nakað at liva av. nú kann eg hugsa meira um sjálva svimjingina, sigur Pál, sum væntar sær nógv av 2010. Hann skal bæði til EM í longum hyli og HM í stuttum hyli, umframt fleiri aðrar kappingar.
 
Vel besta málið - lítil
Tipping 2010

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya