Útvarpsskráin
06.00  Morguntónleikur  Lurta eftir sendingini
06.30  Góðan morgun Føroyar 
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
07.15  Barnaútvarpið 
Sjónvarpsskráin
17:25 D&V við teknmálstulki 
17:54 Veðrið 
18:00 Klú! 1:8 
18:18 Timmy tíð 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Magnus fekk DM-silvur í inniróðri
     sunnudagur, 31. januar 2010 00.06 - Ítróttur - Tórður Mikkelsen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Magnus D. Madsen úr Havn hevur í dag fingið silvur í kappingini um danska meistaraheitið í inniróðri á 2.000 metra teininum. Hann hevði somu tíð sum ein dani, og tí vórðu tvey silvurheiðursmerki givin og eingin bronsa.Magnus fekk DM-silvur í inniróðri

Kristian Østergaard úr Københavns Roklub var nummar eitt. Hann legði seg á odda beinanvegin. Stórur spenningur var um hann megnaði at koma niður um seks minuttir. Tað megnaði hann. Tíðin var 5:59,1.

Peter Sylvest úr róðrarfelagnum KVIKN var nummar tvey meginpartin av teininum. Men havnarmaðurin Magnus Madsen, sum rør við felagnum DSR, hevði ein sera góðan endaspurt, og tá avtornaði fóru teir báðir javnir um málstrikuna. Tíðin var 6:03,2. Harvið fingu teir báðir silvurheiðursmerki.

Magnus D. Madsen kemur heim til Føroya um mánaðarskiftið aprí-mai, og tá fer hann at rógva við Hoyvíkingi, sum er 10-mannafarið hjá argjamonnum.

 
Vel besta málið - lítil
Tipping 2010

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya