| 10.15 |
Tit skriva vit spæla
|
| 11.00 |
Tónleikur
|
| 12.00 |
Middagstónleikur
|
| 12.20 |
Tíðindi
|
| 12.32 |
Døgurðatónleikur
|
|
| 16:25 | D&V við teknmálstulki | | 16:54 | Veðrið | | 17:00 | Rógvi og Drekin 22 | | 17:25 | Timmy tíð |
|
|
|
| |
Norðoya Sparikassi 63 milliónir í halli týsdagur, 31. mars 2009 18.39 - Innland - Johnsigurd Johannesen | | | Norðoya Sparikassi hevði eitt sera vánaligt ár í fjør. |  |
Úrslitið fyri 2008 vísi 63,2 milliónir krónur í halli fyri skatt. Árið fyri avlopið 30 milliónir krónur.
Ársúrslitið eftir skatt er eitt hall á tilsamans 55 milliónir krónur.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, vísir á fleiri orsøkir til stóra hallið.
Størsta tapið hjá Norðoya Sparikassa eru avskrivingar og burturleggingar upp á skuldarar, slakar 48 milliónir krónur.
Virðisjavnin av láns- og partabrøvum gav Sparikassanum 27 milliónir krónur í halli, móti tveimum milliónum í halli árið fyri.
Rentu- og kostnaðarinntøkurnar fullu við fimm milliónum krónum, og starvsfólkaútreiðslurnar vuksu við fýra milliónum krónum.
Vánaliga úrslitið hevur við sær, at solvensurin hjá Norðoya Sparikassa fall úr 17,2 prosentum í 2007 niður 15,2 prosent í fjør. Lægsta kravið er átta prosent.
Eginognin hjá Norðoya Sparikassa er 289 milliónir krónur. Tað vil siga, at eginognin er minkað við 48 milliónum krónum í 2008.
Eyðfinn Reyðberg væntar, at stórar avbjóðingar standa fyri framman í ár . Altjóða fíggjarkreppan og avbjóðingarnar í høvuðsvinnuni gera, at útlitini ikki eru eins bjørt nú og áður.
Uppsparingin í samfelagnum fer at vaksa, samstundis sum skuld verður niðurgoldin, og lánihugurin verður sera avmarkaður, sigur hann.
|
|
 |
|
|
|
|
|