| 10.15 |
Tit skriva vit spæla
|
| 11.00 |
Tónleikur
|
| 12.00 |
Middagstónleikur
|
| 12.20 |
Tíðindi
|
| 12.32 |
Døgurðatónleikur
|
|
| 16:25 | D&V við teknmálstulki | | 16:54 | Veðrið | | 17:00 | Rógvi og Drekin 22 | | 17:25 | Timmy tíð |
|
|
|
| |
Eyðun á Rógvi: Ikki rætt at broyta nevndina aftur í ár týsdagur, 31. mars 2009 18.26 - Innland - Johnsigurd Johannesen | | | Tað hevði ikki verið rætt at skift meginpartin av nevndini í Føroya Banka út aftur í ár. |  |
Tað sigur Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingargrunninum, sum við at lata nevndini heimild at velja nevndina, fekk forðað fyri, at privatu partaeigararnir fingu tríggjar nýggjar nevndarlimir valdar.
Í viðtøkunum fyri Føroya Banka stendur, at eingin kann hava størri ávirkan enn 10 prosent. Men við at lata nevndini heimild at velja, varð tann avmarkingin ikki galdandi, og nevndin kundi tí atkvøða við øllum teimum 34 prosentunum, sum Fíggingargrunnurin eigur av Føroya Banka.
Heimildin varð latin nevndini, tí meginparturin av nevndini í Fíggingargrunninum var uttanlands, og kundi tí ikki møta á aðalfundinum í gjárkvøldið, sigur Eyðun á Rógvi við útvarpið.
Tað er komið týðiliga til sjóndar, at samstarvið millum privatu og almennu eigararnar av Føroya Banka, hevur ikki verið av tí besta, og tað viðgongur Eyðun á Rógvi eisini.
Hann heldur, at tað rættasta hevði verið, at nevndarlimirnir vórðu valdir eftir ognarviðurskiftunum.
Poul Mohr, sum er ein av stóru parteigurunum í Føroya banka, umvegis pf 14, er sera misnøgdur við avgerðina hjá Fíggingargrunninum at lata nevndini fulltrú til sínar atkvøður á aðalfundinum.
- Eg spurdi um júst hatta brotið í viðtøkunum fyri nøkrum árum síðan og fekk tá at vita, at tað ongan týdning hevði. Nú vísir tað seg at hava stóran týdning, sigur Poul Mohr við Dimmalætting.
- Nevndin hevur fingið heimild at velja seg sjálva aftur, so leingi hon hevur Fíggingargrunnin aftan fyri seg, sigur Poul Mohr við Dimmalætting.
|
|
 |
|
|
|
|
|