Útvarpsskráin
10.15  Tit skriva vit spæla  Lurta eftir sendingini
11.00  Tónleikur 
12.00  Middagstónleikur 
12.20  Tíðindi 
12.32  Døgurðatónleikur 
Sjónvarpsskráin
16:25 D&V við teknmálstulki 
16:54 Veðrið 
17:00 Rógvi og Drekin 22 
17:25 Timmy tíð 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Partaeigari: Lyftini halda ikki
     týsdagur, 31. mars 2009 16.13 - Innland - Johnsigurd Johannesen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Eitt lyfti er svikið.Partaeigari: Lyftini halda ikki

Tað heldur Peter S. Holm, parteigari í Føroya Banka, eftir at aðalfundur bankans forðaði honum og øðrum at fáa umboðan í nevndini hjá Føroya Banka í gjár.

Peter S. Holm er stjóri í P/f Blábjørg, sum eigur umleið 10 prosent av partapeninginum í Føroya Banka.

Tá ið partabrøvini í Føroya Banka vórðu lýst til sølu, varð sagt, at eingin fekk atkvøðurætt meira enn 10 prosent. Men í gjár nyttaði henda greinin lítið hjá stóru privatu parteigarunum.

Peter S. Holm ætlaði saman við øðrum at broyta nevndina í Føroya Banka á aðalfundinum í gjár.

Men av tí at Fíggingargrunnurin læt nevndini heimild at atkvøða fyri seg, kundi nevndin nýta øll 34 prosentini hjá Fíggingargrunninum, og sostatt halda Peter S. Holm og hansara monnum burtur frá nevndini.

P/F Blábjørg skeyt upp at velja Knud Pontoppidan og Klæmint Weihe í nevndina, og sp/f 14 skeyt upp at velja Peter S. Holm sum nevndarlim.

Nevndin skeyt upp at velja Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen, Keld Søndergaard Holm og Wilhelm Petersen.

Tá avtornaði vórðu allir nevndarlimirnir afturvaldir.
 
Vel besta málið - lítil
Tipping 2010

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya