22-05-2012 01:30
TILVERA

UM SENDINGINA

SAMBAND

SAVN

SLÓÐIR

Tilvera

1. mai 17:17

Meira er millum himmal og jørð

Samrøða við mann, sum hevur sæð og upplivað ymiskt yvirnátúrligt.

29. nov 17:49

Nevn mær vinir tínar, so skal eg siga tær, hvør tú ert

Samrøða við Eyðun Joensen, sálarfrøðing

15. nov 17:40

Tann nýggi maðurin

Samrøða við Suna Poulsen, sálarfrøðing um ættarliðsgransking

20. okt 09:18

Tað týdningarmesta er kærleikin

Samrøða við Kristine Stricker Hestbech

17. jun 07:53

Tilvera

Tíni, míni og okkara børn

24. aug 14:34

Hvør er meiningin? - 26.04.2011

Sagt verður, at øll menniskju verða fødd við religiøsari tráan. Menniskju til allar tíðir og allastaðni leita. Tá vit og skil ikki røkkir til,kemur trúgvin og tá menniskjaðfinnur Guð, fær tað frið. Fruktirnar av gudstrúnni er ein friður, sum ber av. O

24. aug 14:34

Teirra styrki er mín styrki - 24.02.2011

22 ára gamli Hanus Samróð sigur frá, hvussu tað er at hava fingið vøddasvinn. Hóast kroppurin viknar og ferst, so hevur hann stórt lívsdirviog bjart lívsmót og vil avrika nakað. Hann raðfestir tað at lesa og skriva framum alt og er í ferð við at geva út

24. aug 14:34

Millum Palawano fólkið - 21.12.2010

Millum Palawano fólkið

24. aug 14:33

Guð hevur altíð verið trúfastur - 28.09.2010

Elsa Djurhuus er gestur í Tillveru. Hon sigur frá, tá maðurin hennaraBrynleif doyði í flogvanlukkuni úti í Mykinesi fyri 40 árum síðani.

24. aug 14:34

Tú mást velja - 06.06.2010

Samrøða við Peter Thielst, rithøvund. Hann hevur granskað og skrivað fleiri bøkur um heimsspekingin Søren Kierkegaard

21. jun 11:23

Tær vildu tað øðrvísi - 23.05.2010

Halldóra, Maria og Malena siga frá, hvussu tað var at verða giftur og hvussu alt hjúnarlagið hjá teimum fór í skeljasor, so einasti vegur var at skiljast - men tær vildu tað øðrvísi. Sendingin var fyrstu ferð send í 2003.

24. aug 14:33

Lívið er gott - 16.05.2010

Jóna Mortensen sigur frá, hvussu hon varð var við ein knykil í bróstinum, sum vísti seg at vera krabbamein. Hóast strævna kemo og stráluviðgerð, so hevur hon vón og gleðist um lívið. Humor og látur vinnur á nógvum.

24. aug 14:33

Kristi himmalferðadagur - 13.05.2010

Ymiskt, sum er sagt og skrivað um Kristi Himmalsferðardag

24. aug 14:33

Deyðshjálp - 09.05.2010

Euthanasi

24. aug 14:33

Lyftið - 02.05.2010

Sirikit Jacobsen hevur givið fløgu út, sum eitur Lyftið. Hon hevur sjálv skrivað orð og lag. Fyrsta barnið hjá Sirikit doyði í móðurlívi. Øll vón og allir dreymar hvurvu tá, men í dag eigur hon og maðurin tveir synir. Tá skrivaði hon sangin Lyftið.

24. aug 14:32

Seinastu sjey fagarnir av skapannarverkinum - 23.04.2010

Jurg Zink skrivaði "seinastu sjey dagarnir av skapanarverkinum". Hugleiðing, hvussu menniskjan eirindarleyst tínir jørðina og øllum sum livir og rørist á og í henni.

24. aug 14:33

Harmur og gleði - 11.04.2010

Heine Lützen hevur júst givið fløgu út, sum eitur Sálmar. Hann syngur aldargomlu sálmarnarí modernaðum skapi.

24. aug 14:33

Basic trust 2(2) - 28.03.2010

Eyðun Joensen sigur frá í tveimum sendingum um "basic trust" - grunnleggjandi álit. Tað mest umráðandi fyri lítla barnið er at fáa kærleika, umsorgan og tryggleika. Barnið skal vita seg í góðum hondum. Mest viðbrekna tíðin er tá barnið er um hálvtannað ár

24. aug 14:32

Basic trust 1(2) - 21.03.2010

Eyðun Joensen, sálarfrøðingur sigur frá í tveimum sendingum um "Basic trust" - grunnleggjandi álit. Barnið hevur mest brúk fyri nógvum tryggleika og nógvum kærleika. Tá barnið er um hálvt annað ára aldur er lagaliga løtan at kjølfesta barnið. Tá leggur man basala álitið í barnið.

24. aug 14:32

Eg havi mítt boardingkort - 15.03.2010

Vit práta við Jógvan Ósa um lív og deyða, Guð og Facebook

24. aug 14:32

Best er her heima - 07.03.2010

Yohan Andrés Borðoy er ættleiddur úr Columbia. Hann sigur frá, hvussu tað var at vera aftur í landinum

24. aug 14:32

Ættleidda barnið - 28.02.2010

Durita Ana Aléjandra Granda Thomassen og Maria Daniela íGarði eru ættleiddar úr Columbia. Tær siga frá, hvussu tað er vera ættleiddur. Hvussu torført tað kann vera við øllum spurningunum um, hvør man er og hvar rótin rann. Eisini siga tær frá happing. H

24. aug 14:31

Brúdleyp og brúdleypssiðir - 21.02.2010

Jóan Pauli Joensen, professari skrivaði fyri nøkrum árum síðani bókina "I ærlige brudefolk" um brúdleyp og brúdleypssiðir.

24. aug 14:30

Eg eri til tí Guð vil tað - 07.02.2010

Samrøða við nýggja prestin í Vesturkirkjuni - Derhard Olsen.

24. aug 14:33

Dagarnir gerast alsamt ljósari - 31.01.2010

Sjóborgin fórst og ongin spurdist aftur. Sóleyð áFríðriksmørk misti tá mann sín, beiggja og pápa sín.

24. aug 14:32

Mítt lív í Kambodja - 24.01.2010

Reimund Langgaard sigur frá sínum barna og ungdómsárum í Lorvík. Til hann ein dag verður varur við at hann má broyta kós og lata tað andaliga fylla alt. Tí nógv arbeiði og nógvir pengar geva ikki lukku, sigur hann. Men eydnuna hevur hann funnið í Kambodja

24. aug 14:28

Glasgentan -17.01.2010

Karen Dyhr hevur skrivað bókina Glasgentan. Hon sigur frá, hvussu hon øll barnaárini var kynsliga misbrúkt av pápa sínum og seinni í lívinum var heili 70 ferðir løgd inn á psykiatriska deild. Til ein dagin hon hitti eitt menniskja, sum kundi hjálpa henni.

24. aug 14:31

Hesumegin og hinumegin - 10.01.2010

18 ára gamli Harald Símunarson Hansen sigur seg síggja bæði huldufólk og deyð fólk.Hann sigur, at hann hevur eina missión her á foldum og at alt hevur eina meining.

24. aug 14:27

Eg og tú og vit bæði - 03.01.2010

Henrik Krag er filosoffur og parviðgeri. Hann hevur verið fleiri ferðir í Føroyum og hildið skeið um kenslur og parlag. Tú skal ikki bara liva í parlagnum, men yvirliva.

24. aug 14:27

Og tað hendi í teimum døgum - 20.12.2009

Jólsending har nomið verður við, hvussu mótaheimurin og hvat er in ávirkar t.d. jólaprýði og hvussu vit keypa og geva. Hvat er tað við jólum, hvat var tað, sum hendi ? Eins og ein firewall kann detta saman, soleiðis hevur Jólaevangeliið okkurt "passorð",

24. aug 14:28

Einki er broytt, men alt er øðrvísi - 13.12.2009

Martin Joensen sigur frá, hvussu strævið lívið var, tá hon var heilt bundin niður av rúsdrekka. Til hann ein dagin var funnin av Guði og fekk eitt heilt nýtt og øðrvísi lív. Fekk nýtt perspektiv og innihald. Síðani hevur hann verið gjønum langa strævna sj

24. aug 14:27

Jødi í Hollandi 2(2) - 06.12.2009

Kitty Menko Jørgensen er hollendskur jødi. Hon sigur frá, hvussu tað var at vera unglingi i hersettum landi. Familjan var noydd í fleiri ár at liva undir jørðini ogmtá kr+iggið var av, vóru nógv í familjuni og vinir dripin og horvin. Kitty sigur, at lívið

24. aug 14:26

Jødi í Hollandi 1(2) - 29.11.2009

Kitty Menko Jørgensen er hollendskur jødi. Hon hevði ein sorgleysan barndóm saman við foreldrum og beiggjanum. Men so kom kríggið og tey mistu øll teirra rættindi og gerandisdagurin var við eitt ein heilt annar. Fullur av ótryggleika og ræðslu. Samstundis

16. aug 11:38

Saman eru vit sterk - 8 nov. 2009

Rúna og Jan Hentze siga frá, hvussu tað var, tá Rúna fekk staðfest bróstkrabba. Tey eru opin og jalig um støðuna og siga hvussu tey hava sagt frá hesum til børnini og vinir

24. aug 14:27

Tað gav linna at skera meg - 01.11.2009

Tá Karin Suðurgarð var trettan ára gomul doyði omma hennara. Hon saknaði hann sera illa og gjørdist meiri og meiri kedd. Hon las á netinum um hetta at skera seg. Hon royndi tað og kendi ein linna, tá likamliga pínan yvirdoyvdi sálarligu pínuna. Og soleiði

24. aug 14:26

Í morgin var eg altíð ein leyva - 25.10.2009

Arnhild Lauveng misti pápa sín, tá hon var lítil genta. Hon slapp ikki at syrgja. Barnaárini gjørdust trupul. Og tá hon varð tannáringur gjørdist hon sálarliga órógvað - fór at hoyra røddir innaní sær.Hon fekk diagnosuna skizofreni. í 10 ár var hon innløg

24. aug 14:26

Móðurmerkjakrabbi - 18.10.2009

Ása Petersen gekk við sínum fyrsta barni, tá hon fekk staðfest móðurmerkjakrabba. Hon hevur verið í solarium og ikki vart seg nóg væl fyri sólini, sigur hon. Men hon var komin rættstundis til lækna, tí í dag er hon frísk.

24. aug 14:18

Eg rópti á Guð - 11.10.2009

Ofta verður sagt, at meiri er millum himmal og jørð, enn vit vita um. Kristin fólk siga, at bønin er andadrátturin hjá menniskjanum, og tá tú biðjur, so hoyrir Guð.

24. aug 13:19

Lívið fær annan týdning - 11.10.2009

Bjarni Djurholm sigur frá, hvussu tað var at fáa staðfest krabbamein í steinunum. Tá nøkur á vóru liðin fekk hann Hodgins krabba. Um somu tíð tók hann við starvinum sum landsstýrismaður. Í dag sigur hann at hann brúkti hetta starvið við tí tí stóru arbeið

24. aug 14:14

Antin ella - 04.10.2009

Tað, sum var heilt serligt fyri danska guðfrøðingin og heimsspekingin Søren Kierkegaard var spurningurin "Hvat er menniskjað?" Ólavur Rasmussen, prestur, hevur skrivað bók um hann og eksistensialismuna og prátað verður um slíkar spurningar í hesi sendingi

24. aug 13:21

Gagnligt lív - 01.10.2009

William Smith er smittuverjuserfrøðingur og rithøvundur. Hann hevur skrivað "Skrekkiligar søgur", har hann letur djór hava "menniskjasjúkur" ognú í heyst kemur skalsøgan Gagnligt lív. William heldur at nútíðar menniskjan er ov veik og stúrir og er alt ov

24. aug 14:14

Munur millum kynini - 27.09.2009

Fyri árum síðani kendi maður og kona sín leiklut. Maðurin breyðføddi konu og børn. Hann var í bjørgunum og á havinum. Kvinnan hevði sítt arbeiði inni við eldin, men eisini uttanfyri.Í dag eru flest allar kvinnur farnar á arbeiðsmarknaðin, og brádliga ha

24. aug 13:22

Tsunamiflóðaldan í Asia - 27.09.2009

Á jólum 27. desembur 2004 herjaði tsunami flóðaldan í Asia, har eini 300.000 fólk lótu lív. Flemming Kofod-Svendsen sigur frá, hví 27 ára gamli sonur hansara Jákup, konan Lisbeth og børniniSilas og Regitze fóru til Thailands. Og hvussu torfør tíðin var

24. aug 13:18

Hvør skapti blómurnar? - 20.09.2009

Ráðstevna var í Norðurlandahúsinum 20. juni 2009. Stigtakarir vóru Sjúrður Hammer og Arni Zachariassen. Heitið var "Hvør skapti blómurnar"? Teir nevna seg kristnar darwinistar. Teir siga at trúgv og vísind ikki útihýsir hvørt annað, men heldur komplemen

24. aug 14:14

Eg helt ongin Guð var til - 13.09.2009

Martin Bergsøe er vaksin upp í ateistiskum heimi. Men sum MArtin vaks, so gjørdist tráðanin alt størri eftir einari meining við lívinum. Hann fekk góða útbúgving, vann nógvan pening og alt sýntist at eydnast, men hann sjálvur gjørdist hann alt meira vónle

24. aug 14:15

Millum himmal og jørð - 06.09.2009

Samrøða við Torkil Beder har hann tosar um tað yvirnáttúrliga

24. aug 14:14

Nevn mær tínar vinir, so skal eg siga tær, hvør tú ert - 16.08.2009

Samrøða við sálarfrøðing Eyðun Joensen. Øll menniksju eru í ymsum bólkum alt lívið - familjan er ein bólkur, arbeiðsplássið, skúli, grannalag, politiskur ella átrúnaaðrligur flokkur.

24. aug 14:13

Brádliga var alt gull - 09.08.2009

Samrøða við Anniku Magnussen í Havn. Hon var stødd á einum møti, táBíblian brádliga fyltist við gulldusti. Heimkomin var gulldust ymsastaðni í húsinum. Annika tekur hetta sum stóra staðfesting, at Guð er til, og at hann vil geva henni tekin, sum sigur,

24. aug 14:13

Aftur í trýssini - 02.08.2009

Samrøða við Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðing. Hann sigur frátrýssunum, hvussu samfelagið sá út tá. Tað var tíðin, tá stórar rembingar vóru, bæði mentunarliga og politiskt. Hetta er eisini tíðin, tá familjumynstrið broytist og mammurnar fara út á arbei

24. aug 14:11

Hjá Menonittum - 26.07.2009

Flemming Petersen sigur frá, hvussu menonittar í Suðuramerika liva. Teir liva sum Amish fólkið uttan nýmótans hentleikar. Flemmingi hevur í fleiri ár eydnast at sleppa at filma eina slíka familju. Eisini sigur hann frá, tá hann var handtikin og skuldsettu

24. aug 14:12

Hjá Azeh indiánarum 2(2) - 19.07.2009

Flemming Petersen hevur ferðast víða kring knøttin í longri og styttri tíðarskeið.

24. aug 14:10

Hjá Azeh indiánarum 1(2) - 12.07.2009

Flemming Petersen hevur verið nógv hjá Azeh indiánarunum í Paraguay. Hann fer at siga frá, hvussu tað bar til at hann kom í samband við hesi fólkini og hvussu lívið er har inni í skóginum.

21. jun 10:44

Antonia, úr Italia til Føroya 2(2) - 21.06.2009

Antonia var borin í heim í Genoa í Italia, meðan annar heimsbardagi leikaði í. Har á Reyða Kross klinikkini starvaðist ein føroysk sjúkrasystir Sigrid Sivertsen. Foreldrini hjá Antonia lótu hana yvir í hendurnar á Sigrid. Mia systir Sigrid fór langa vegin úr Føroyum eftir gentuni. Antonia búði í Føroyum til hon var 11 ára gomul. Tá við eitt er mamman komin eftir henni og tey fluttu til Avstraliu at búgva.

21. jun 10:41

Antonia, úr Italia til Føroya 1(2) - 14.06.2009

Laura og Ása siga frá, hvussu tað var at ganga í Sankta Frans skúla - nunnuskúlanum - í Havn. Tey hava 50 ára jubileumsdag og millum skúlabørnini er italska Antonia, sum barnaárini búði niðri á Reyni.

24. aug 14:13

Saman við tær - 07.06.2009

Tórhild Bjarkhamar hevur givið fløguna Saman við Tær út. Hon sigur frá, hvussu tað var at fáa staðfest sjúkuna skelerosa..og hvussu stóran týdning tað hevur at liva fagra foldarlívið nú, tí vit hava bert nú'ið. Tórhild sigur, at tað er Guðs kærleiki, sum

24. aug 14:06

Viðbrekna familjan - 27.05.2009

Námsfrøðingarnir Una, Gunnvá, Naina og Heri hava skrivað ritgerð, sum nevnist Familjan.

24. aug 14:09

Tú, eg og kærleikin - 20.05.2009

Kristine Stricher-Hestbech hevur arbeitt sum prestur í Føroyum og eisini skipað fyri fleiri pílagrímaferðum. Hon hevur verið gift í 22 ár og eigur tvey børn. Men brádliga á jólum, segði maðurin at hann fór frá henni.

24. aug 14:05

Unga og eldra ættarliðið - 22.04.2009

Rógvi Absalonsen hevur skrivað masterritgerð í sociologi frá London School of Economics and Political Science. Hann hevur spurt ung í Brøðrasamkomuni og sigur at hesi eru merkt av størri individualismu og kosmopolitanismu enn tað eldra ættarliðið. Hetta e

24. aug 14:05

Børn og foreldur - 08.04.2009

Jørgen Lorenzen, granskari tosar um páparættindi. Hann sigur, at ongin hjúanarskilnaður er lukkuligur, tí tað er altíð svárt fyri barnið. Men foreldur mugu "gloyma" seg sjálvi og seta barnið í fremstu røð og gera, hvat tey kunnu, so at barnið sleppur so s

24. aug 14:03

Søren Kierkegaard - 01.04.2009

Anders Kingo er doktari í gudfrøði. Hann sigur frá lívinum hjá mæta heimsspekinginum Søren Kierkegaard. Kierkegaarder faðir til eksistentialismuna. Hann skrivaði eina rúgvu og alt, sum hann lat úr hondum ,hevur nakað at sigamenniskjuni bæði tá og í da

24. aug 14:01

Eg sakni teg - 25.03.2009

Kirstin Johansen og maðurin vóru á veg til Havnar at keypa jólagávur saman við dóttrini og lítla soninum. Við eitt var alt ruðuleiki og litli sonurin var deyður. Kirstin sigur frá hesiovurhonds stóru sorg og hvussu gerandisdagurin kemur aftur. Hon vildi

24. aug 14:00

Anorexi - 17.03.2209

Vibeke fekk trupulleikar í barnaskúlanum. Har var eingenta í sætta flokki, sum tók ræðið á henni. Tíðin gekk og Vibeke fekk etingarólag. Hon var innløgd og eftir drúgva tíð kundi heilsuverkið ikki gera meira. Tá fekk honat vita um Krogagergaard, har t

24. aug 14:02

Kvinnudagur 8. mars 2009

Pernille Aalund var í Føroyum í samband við kvinnudagin 08. mars. Hon sigur frá, hvussu hon heldur støðuna hjá kvinnuni vera í dag. Sjálv hevur Pernille altíð havt dreymar og hevur roynt at gera teir veruleika.

24. aug 14:09

Prestur í Stórtinginum - 06.03.2009

Per Arne-Dahl er prestur í Stórtinginum. Hann sigur, at Stórtingið er eitt náðileyst hús, har limirnir ofta eru einsamir og liva undir støðugum trýsti. Teir verða javnt og samt virðismettir av fjølmiðlum og veljarum annars.

24. aug 13:58

Kvinnubønardagur - 04.03.2009

Forkvinnan fyri Womens Day of Prayer - Inge Lise Lollike - sigur frá søguligu gongdini hjá Altjóða Kvinnubønardegnum. Hvussu man samskipar henda dagin, so at kvinnur um allan heim úr øllum kristnum kirkjum saman biða um og fyri saman við øðrum kvinnum

24. aug 13:56

Samskiftistrupulleikar - 25.02.2009

Jóhannes Jóhannessen heldur Prep Skeið. Hesi eru ætlaði hjúnum, sum hava samskiftistrupulleikar. Jetta og Heri Kalsoy siga frá, hvussu torførur teirra gerandisdagur varð, tá hann gjørdist sjúkur og legðist uppá land og hon eisini varð sjúk. Teirra samskif

24. aug 13:54

Bróstkrabbi -18.02.2009

Rannvá Henriksen greiddi í undanfarnu sending frá, hvussu tað er 28 ára gomul at fáa staðfest bróstkrabba. Síðani er krabbin farin í lungu og í heilan. Men long og strævin viðgerð hevur bast sjúkuni væl, so í dag er ein knykil eftir í heilanum og hann er

24. aug 13:48

Bróstkrabbi - 11.02.2009

Rannvá Henriksen var 28 ára gomul, tá hon fekk staðfest bróstkrabba. Hon hevur verið gjøgnum langa og strævna sjúkralegu. Hevur havt dótturknyklar í lungunum og í heilanum. Hon eigur lítlan son og hann gevur henni vón og dirvi at berjast móti sjúkuni.

24. aug 13:29

Linda Andrews 2(2) - 28.01.2009

Linda Andrews fer í tveimum sendingum at siga frá sínum uppvøkstri, øllum tónleikinum og hvussu tað var at verða giftur og við eitt at missa alt.

24. aug 13:28

Linda Andrews 1(2) - 21.01.2009

Tónleikurin er andadrátturin hjá Lindu Andrews, og soleiðis hevur tað altíð verið hjá ungu havnagentuni, sum búði við Landavegin og gekk í samkomu, har nógvur tónleikur var.

24. aug 14:11

Nakið - 14.01.2009

Anna D. Háberg og hennara fimm systkin mistu foreldrini í ferðsluvanlukku í 2007. Úr hesi stóru sorg er fløgan Nakið sprottin.

24. aug 13:26

Kríggj og friður í Miðeystri - 07.01.2009

Heini í Skorini hevur starvast á donsku ambassaduni í Tel Aviv. Hann sigur frá, hvussu tað var at búgva í hesum kontrastfulla landi við stórastríðnum um eina friðartilgongd

24. aug 14:08

Hvønn skulu vit senda - 25.12.2008

Jólasending um Kristi føðing

24. aug 14:07

Katarina von Bora, kona Martin Luther - 17.12.2008

Martin Luther var stóri trúbótarmaðurin, sum fór móti katólsku kirkjuni. Hann lat upp kleystrini og nunnur og munkar giftust. Martin Luther og Katarina giftust og fingu tey eitt langt og gott lív. Í hesari sending lýsa vit lívið hjá Katarinu og gerandisda

24. aug 14:05

Ave Maria - 10.12.2008

Erla Maria Simonsen er sera hugtikin av Jomfrú Mariu. Hon sigur frá, hvussu tað var at vera í Medjugorje. Har verður sagt ,at Jomfrú Maria kemur til sjóndar og hevur ymisktat siga fólkunum.

24. aug 14:04

Nem sálina - 03.12.2008

Vagnur Michelsen sigur frá, hvussu tað var, tá hann fekk eitt ógvsuligt ótta herðindi. Sjálvur helt hann at hann var við at doyggja, men á sjúkrahúsinum var staðfest, at hetta var ótti. Síðani hevur hann strítt eitt langt stríð at koma fyri seg. Hann hevu

24. aug 13:45

Alzheimers sjúkan - 26.11.2008

Barbara Dahl sigur frá, hvussu tað var, tá mamman Bina Dahl fekk staðfest Alzheimers sjúkuna. Barbara og báðar systrarnar hava havt eitt tógvið stríð við myndugleikarnar fyri at fáa onkra ella nakara hjálp. Allur teirra gerandisdagur varð tillagaður sjúku

24. aug 13:37

Hin heimurin - 19.11.2008

Peter Jacob Sigvardsen hevur savnað rúgvusmikið tilfar av søgum og frásagnum frá fólki, sum hava havt onkra uppliving, sum vit vilja siga vera "úr hinum heiminum".

24. aug 13:36

Svarið er í tøgnini - 12.11.2008

Ingi Mohr sigur frá, hvussu hann bráddliga gjørdist sjúkur. Hildið var at hann hevði ALS sjúkuna, men so var ikki. Men onnur neurologisk sjúka. Við sjúkuni kom størri tráan eftir Guði og ein dagin, tá hann rópti á Guð, tá kom Guð á vitjan.

24. aug 13:40

Heksabrenning - 05.11.2008

Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur sigur frá heksabrenningin sum fór fram frá umleið ár 1400 til ár 1700. Um 50.000 kvinnur og einstakir menn vóru brend í hesum tíðarskeiðnum.

24. aug 13:36

Arrini skulu ikki stýra mær - 22.10.2008

Jógvan Páll Sevdal sigldi sum maskinmeistari niðri við Nigeria, tá skipið varð álopið av sjónrænarum. Hann sigur frá ógvusligu hendingini, sum setti síni spor.

24. aug 11:20

Framtíð og vón - 15.10.2008

Jónvør Christiansen sigur frá, hvussu tað var á ugnum árum at fáa staðfest bostkrabba. Hon var gjøgnum drúgva sjúrkalegu, men er í dag frísk og starvast sum sjúkrasystir

24. aug 10:30

Bróstkrabbi - 08.10.2008

Jørn Andersen er onkologur og hann sigur frá, hvørjir viðgerahættir verða brúktir í dag, tá tað snýr seg um bróstkrabba. Framtíðarvánirnar fyri tann sjúka, eru alsamt batnaðir

17. jun 07:56

Elska meg so eg veit tað 2(2) - 05.02.2008

Sølva Ford sigur frá sínum truplu tannárum. Tvær reisur var hon gift. Lívið var ikki einfalt og hon var í ráðaloysi, til hon ein dag kom eftir, at Guð kundi hjálpa.

17. jun 07:56

Elska meg so eg veit tað 1(2) - 29.01.2008

Tá Sølva Ford var fimm ára gomul fóru hon og yngra systirin á barnaheim at búgva. Hon flutti aftur til foreldrini, tá hon var 10 ára gomul. Hetta sigur Sølva, hevur havt so alstóra ávirkan á alt hennara lív, sum hevur verið sera trupult.

24. aug 14:14

Pávin, parabol og Reagan - 13.07.2004

Samrøða við Doru Tiberiu á Torvlaðnum. Doru er vaksin upp í kommunistiska Rumenia. Hann tosaði ímóti stýrinum og varkoyrdur í fongsul, men hann megnaði atflýggja fleiri ferðir. Einu ferðina svam hann um Donau, men varð fangaður og sendur aftur til R

24. aug 14:14

Úr Gongini til India - 23.10.2003

Fyri nøkrum árum síðani fór Eivindur í Gongini á myndlistaskúla í Keypmannahavn. Táhann skuldiskriva ritgerð, ynskti hann at fara tileitt friðarligt stað at lesa. Hann valdi Goa í India. Har kom hann í samband við eina familju. Tá ein tíð var frálið

24. aug 14:14

Seinastu sjey dagarnir av skapannarverkinum - 17.09.1992

Hugleiðingar um dálking.

Senditíð

Savnssending