Ákærdi leyg illani fyri henni sum elskaði hann

Ákærdi leyg illani fyri henni sum elskaði hann
Onnur vika av Pidda-málinum byrjaði við at fyrrverandi konan vitnaði, og seinnapartin hevur ein sum kendi Pidda sagt at talan er ikki um sjálvmorð.
Ákærdi skal hava logið illani fyri unnustuni.
 
12.11.2012 - 18:26
Í Piddamálinum hava í dag millum annað fyrrverandi konan hjá Pidda vitna. Eisini hevur ein sum kendi Pidda gott vitna, og hesin er ikki í iva um at Pidda hevur ikki beint fyri sær sjálvum.
 
- Piddi hevur ikki tikið seg sjálvan av døgum. Tað er útilokað. Hann var glaður fyri lívið. Harafturat segði hann, at gjørdi hann sjálvmorð, fór hann til helvitis. So hann tordi heldur ikki.
 
Tað segði eitt vitni, sum varð avhoyrt í dag. Vitnið kendi Pidda og konu hansara sera væl. Tey vóru vinfólk í nógv ár. Hetta er fyrstu ferð, síðani nevningatingið byrjaði, at ástøðið um sjálvmorð varð nevnt. 
 
Leyg illani fyri unnustuni
Annars er greitt eftir at níggju vitni vórðu avhoyrd í dag, at ákærdi maðurin leyg illa fyri kvinnuni, sum tá var unnusta hansara, um alt tað, hann gjørdi fyri at fáa teimum eini hús at búgva.
 
Millum annað uppfann hann ein advokat, Jens Poulsen í Skálafirði, telefonnummar 218003, sum hjálpti honum við húsakeypunum. Jens Poulsen var advokatur hjá Bakkafrosti, segði hann.
 
Tað var eisini lygn, at stjórin á Bakkafrosti hjálpti honum. Regin Jakobsen, stjóri, segði í rættinum, at Bakkafrost letur ikki sínum starvsfólkum fígging til at keypa hús. Hann hevði heldur ikki givið ákærda ein køk. Ákærdi hevur ongantíð tosað við stjóran um húsini, hann royndi at keypa.
 
Leyg um at hann var væl fyri fíggjarliga
Fyrrverandi konan hjá Pidda, sum helt saman við ákærda manninum, greiddi frá, at tá ákærdi skuldi hava keypt húsini á Mýrarvegi í Runavík, fekk hon ein lykil til húsini. Men lykilin var ikki til nakað úthurðalás í húsunum. 
 
Hann hevði eisini sagt við hana, at hann átti hús og jørð í Kroatia og var væl fyri fíggjarliga.
 
Dóttir Pidda segði í rættinum, at hetta helt hon vera meira enn løgið. Hví arbeiða á Bakkafrosti, um hann var so væl fyri. Men mamma hennara tók alt tað, sum hann segði, fyri fult. 
 
Ikki óttast, segði hann
Sjálv greiddi mamma hennara frá fyrrapartin, at tað var ikki fyrr enn ákærdi fellur í óvit tvær ferðir tann 12.november í fjør og verður lagdur inn á Landssjúkrahúsinum og politiið kemur upp í leikin, at hon varnast, at okkurt ikki ruggaði rætt.
 
Hon viðgekk, at hon bleiv forelskað í ákærda manninum. Hann var fittur og vildi gera alt fyri hana og hennara fimm døtur. Ivaðist hon í tí, sum hann segði henni um húsakeypini, bað hann hana ikki hugsa um tað. "Don´t worry," segði hann bara.
 
Dóttir hennara segði, at pápi hennara vildi ikki, at fyrrverandi kona hansara og børnini búðu á Gerðisvegi saman við einum øðrum manni.  
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887