Pólski seglbáturin, Rzeszowiak, sum kom í havsneyð norðan fyri Føroyar, fer nú heimaftur til Póllands.
Ætlanin er at fáa seglbátin við skipi hjá Skipafelagnum í dag, men ivasamt er, um pláss verður fyri honum. Hans David Hansen, átaksleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði, sigur, at eydnast tað ikki at fáa seglbátin við í dag, verður tað í næstu viku.
Rzeszowiak er tryggjaður í einum týskum tryggngarfelag.
Øll vórðu bjargað, tá pólski seglbáturin kom í havsneyð norður av Føroya Banka, men ein av manningini doyði.
