Makrelurin er av álvara farin at nærkast fiskimarkinum á veg úr føroyskum sjógvi. Føroysku skipini, sum royna í ein landnyrðing úr Fugloynni, eru tætt við ES-markið. Av tí at eingin avtala er um makrelin, sleppa føroysku skipini ikki at fiska makrel hjá ES ella Norra.
Okkurt um hálvt hundrað túsund tons eru eftir av føroysku makrelkvotuni. Men tey seks nótaskipini eru um at vera liðug við sína kvotu, sum er 55.000 tons í ár. Skipini kunnu goyma tíggju prosent til næsta ár. Verða tey tonsini tald við, klára nótaskipini kvotuna, tey fingu í 2012.
Fara á sildaveiðu
Tá makrelurin er liðugur, fara nótaskipini at fiska sildina, sum tey hava eftir, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip. Nótaskipini eiga 27.000 tons av norðhavssild í ár. Nakað er longu fiskað saman við makrelinum, so millum 15.000 og 20.000 tons eru eftir.
Fleiri skip liggja
Í løtuni liggja fýra ísfiskatrolarar, sum Fiskiveiðueftirlitið hevur lagt, tí teir høvdu ov nógva sild sum hjáveiðu. Tveir trolarar eru lagdir í fýra vikur og hinir í tvær vikur. Bæði reiðaríini hava tó kært avgerðirnar hjá Fiskiveiðueftirlitinum til Føroya rætt. Føroya rættur hevur ikki viðgjørt málini enn.
Frá 22. til 24.oktober hittast embætisfólk í strandarlondunum í London at gera eina roynd at semjast um, hvussu makrelurin skal býtast millum londini.
