Føroyska málið er ov fátækt og háfloygt, tá tosað verður um sex og kynslív.
Tað heldur Birita Lamhauge Jóansdóttir, sexologur, sum var í sjónvarpsstovuni í gjárkvøldið og kjakaðist um evnið við Vár í Ólavsstovu, adjunkt.
Fyrr í vikuni var ráðstevna í Norðurlandahúsinum undir heitinum "Ung og sexualitetur," og har varð víst á, at tað ræður um at geva lærarunum amboðini, t.d. røttu orðini, at tosa við ungfólk um kynslívið.
Sí kjakið í Degi og Viku í gjárkvøldið, har Katrin Petersen var vertur.
