Nógv, sum fara úr ALS, fara beina leið til Almannaverkið eftir sínari fyrstu inntøku. Tað vísir eitt yvirlit, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur gjørt um tey, sum fara úr ALS.
Yvirlitið umfatar 3.577 fólk og tíðarskeiðið 1.januar 2011, til fyrst í august í ár. Nøkur fólk ganga aftur, tí tey eru komin í og farin úr ALS oftari enn eina ferð hesa tíðina, og telja við hvørja ferð.
2.000 fólk fingu arbeiði
Stívliga 2.000 fólk fóru úr ALS, tí tey fingu arbeiði. Men fyrsta inntøkan hjá 374 fólkum var forsorgarhjálp, og hjá okkurt um 230 øðrum kom onkur almannaveiting í staðin fyri arbeiðsloysisstuðulin.
366 fólk, meira enn tíggju prosent, fóru beina leið av landinum, tá tey fóru úr Arbeiðsloysisskipanini.
