17-05-2013 01:19

Nú kemur Thor eisini við í makrelfiskiskapin

Kai Yu kemur nú í føroyskan sjógv at taka ímóti makreli.
Mynd: Savnsmynd

Innfrystingarskipið Kai Yu kemur til Føroyar mánadagin, og skal taka ímóti makreli á opnum havi.

Karolina Thostrup  /  Jógvan Hugo Gardar | 19. aug kl. 20:52 | Dagf. 19. aug kl. 20:52

Innfrystingarskipið KAI YU er nú ávegis til Føroyar og verður her mánamorgun, upplýsir reiðaríðið Thor. Skipið var eisini ávegis til Føroyar fyri trimum vikum síðani, men tá var avgjørt fyrst at royndarfiska í Grønlandi.
Fiskiskapurin eftir makreli í grønlendskum farvatni hevur eydnast sera væl.Áðrenn KAI YU setti kós móti Føroyum vóru sløk 1800 tons av makreli landaði til eitt frystifarmaskip, sum kom til Grønlands eftir fiskinum. KAI LI, eitt annað skip hjá sama felag, er nú á leiðini har og fiskar saman við grønlendska trolaranum Angunnguaq II.
Nú KAI YU kemur í føroyskan sjógv, fer tað at taka ímóti makreli úti á fiskileiðunum. KAI YU kann frysta 240 tons um samdøgrið.


Løgd út:
19. aug kl. 20:52