Grikkar kunnu fella evruna

Um Grikkaland ikki fær tamarhald á fíggjarligu støðuni, so kann evrusamstarvið skrædna.
Mynd: Savnsmynd

Grikkaland kann koyrast úr evrusamstarvinum longu í heyst, heldur norski professarin Karen Helene Ulltveit-Moe

Jógvan Hugo Gardar | 19. aug kl. 12:36 | Dagf. 19. aug kl. 14:13

Grikkaland berjist fyri at koma fyri seg fíggjarliga og at sleppa at halda fram í evrusamstarvinum.

Norski professarin í búskapi, Karen Helene Ulltveit-Moe, sigur í eini samrøðu við tíðindastovuna NTB, at so leingi Grikkaland ikki megnar at uppfylla tey krøvini sum ES og evrosamstarvið krevja av landinum, so er bara ein loysn, og tað er at Grikkaland verður koyrt úr evrusamstarvinum.

Hetta er tó ikki bara eitt lagnuheyst fyri grikkar, men fyri øll londini sum hava evruna. Um Grikkaland rýkur út, so standa fleiri onnur lond og kunnu koma í somu støðu. Talan er serliga um Italia, Spania, Portugal og Írland.

Ulltveit-Moe sigur at man er bangin fyri hvørjar avleiðingar sum tað kann fáa um Grikkaland missir evruna.

Tølini eru rættiliga neilig, og ringt er at síggja nakrar glottar. Grikski búskapurin minkaði 6,2 prosent í øðrum ársfjóðringi. Arbeiðsloysi er farið uppum 23 prosent, og hjá teimum ungu eru meir enn helmingurin uttan arbeiði.

Grikkaland hevur ringt við at fylgja teimum krøvunum sum altjóða lániveitarar krevja at landið ger, fyri at lána teimum pengar.Mánadagin skal Grikkaland rinda aftur eitt lán uppá fleiri miljardir. Fyri at kunna gera tað kann landið noyðast at taka eitt stuttfreista lán.

Tóðarritið The Economist hevur sett upp eitt roknistykki sum vísir at tað kemur at kosta evrusamstarvinum 323 miljardir um Grikkaland skal burtuúr samstarvinum. Og tíðarritið metir at um Grikkaland dregur Portugal, Írland, Kypros og Spania við sær, so kostar tað samstarvinum 1155 miljardir evrur.

Norski professarin sigur at tað er ringt at siga hvat sum er bíligast, um Grikkaland verður verandi evruland ella ikki.

- Men talan er ikki bara um pengar, men eisini um politisku javnvágina í Evropa. Ikki síðani árini millum hemimsbardagarnar have vit sæð so nógvan fíggjarligan ófrið í Evropa, sigur Ulltveit-Moe.

 

 

 



Løgd út:
19. aug kl. 12:36
Dagførd:
19. aug kl. 14:13