01-05-2013 09:01

Suðurkoreanski forsetin vitjar Grønland

Ein suðurkoreansk sendinevnd við forsetanum á odda kemur til Grønlands fyrst í september.
Mynd: Savnsmynd

Suðurkorea er til reiðar at gera íløgur í Grønlandi fyri 15 milliardir kr.

Johnsigurd Johannesen | 17. aug kl. 15:21 | Dagf. 17. aug kl. 15:24

Suðurkoreanski forsetin, Lee Myung-bak, kemur á vitjan í Grønlandi 9. september.

Suðurkorea er til reiðar at gera fleiri samstarvsavtalur við grønlendskar myndugleikar, skrivar Sermitsiaq. Suðurkoreanska sendinevndin ætlar at htta Kuupik Kleist, landsstýrisformann, við tí endamáli at tryggja suðurkoreanskum ídnaðarfyritøkum atgongd til týdningarmikil ráevni í grønlendsku undirgrundini. 

Talan er m.a. um jarn og kopar, sum nógv er til av í Grønlandi.

Fyrr í ár frættist, at suðurkoreanar eru til reiðar at gera íløgur fyrin15 milliardir krónur í námsvinnu í  Kvanefjallinum í Grønlandi. Suðurkorea er 12. ríkasta landið í øllum heiminum.


Løgd út:
17. aug kl. 15:21
Dagførd:
17. aug kl. 15:24