38 ára gamli føroyingurin, sum rætturin í Amsterdam dømdi fyri pedofili og fyri at hava havt barnaporno í varðveitslu, kærir ikki dómin, sum tí verður staðfestur.
Føroyingurin er dømdur 30 mánaðar fongsul fyri kynsliga at hava misnýtt eina níggju mánaðar gamla gentu, og haraftrat er hann dømdur 12 mánaðar fongsul fyri barnaporno.
Eittt hálvt ár av dóminum er treytað, og tíðin, sum føroyingurin hevur sitið fongslaður, verður drigin frá revsingini. Sostatt verður hann latin leysur á vári í 2014.
Maðurin, sum føroyingurin búði saman viðm hevur kært sín dóm, og tað hevur ákæruvaldið eisini.
