30-04-2013 08:10

Røktarheimið í Vestmanna seinkað

Seinkingar gera, at fyrstu búfólkini flyta ikki inn á røktarhiemið í Vestmanna fyrr enn í september.
Mynd: Savnsmynd

Fyrstu búfólkini flyta inn um hálvan september

Anna V Ellingsgaard  /  Johnsigurd Johannesen | 8. aug kl. 18:55 | Dagf. 8. aug kl. 18:55

Røktarheimið í Vestmanna verður nakað seinkað, skrivar Vágaportalurin.

Eftir ætlan skuldi røktarheimið í Vestmanna verða liðugt at flyta í 1. juni, men ymiskar seinkingar hava gjørt, at tað verður ikki fyrr enn hálvan september.

Sambært borgarstjóranum í Vestmanna, Karl Olsen, verður eingin trupulleiki at fylla heimið, sum hevur pláss til 24 fólk.

Áðrenn fyrstu búfólkini flyta inn, verður  navnið  á røktarheiminum kunngjørt, sigur borgarstjórin.

Hann væntar, at kostnaðurin fer at liggja millum 40-45 milliónir krónur.



Løgd út:
8. aug kl. 18:55