Summarfrí í danska Løgmálaráðnum ger, at hoyringarfreistin í kærumálinum um festið í Fámara aftur er longd, hesa ferð til 21.august.
Fiskimálaráðið longdi í gjár freistina til 21.august.
Orsøkin er summarfrí í danska Løgmálaráðnum. Løgmálaráðið er eisini vorðið partur av málinum, tí sakførarin hjá Johan Dalsgaard, Thorkild Høyer, hevur kært sjálva uppboðssøluna til Løgmálaráðið.
Jens Andrias Vinther, advokatur, sum seldi festið í Fámara fyri Búnaðarstovuna, sigur í telduposti til Fiskimálaráðið, at Løgmálaráðið hevur í løtuni ikki tøkt fólk at greiða frá, hvussu parturin hjá Løgmálaráðnum av kæruni frá Thorkild Høyer skal viðgerast.
Tí er ikki greitt, hvør partur skal viðgerast í Fiskimálaráðnum, og hvør partur skal viðgerast í Løgmálaráðnum. Thorkild Høyer hevur eisini biðið um, at Fiskimálaráðið ikki viðger kæruna frá Johan Dalsgaard, fyrr enn Løgmálaráðið er liðugt við sín part.
