Alt bendir á, at eldurin í gamla GÍ-húsinum í farnu viku varð ásettur.
Tað skrivar Dimmalætting.
Enn er málið ikki liðugt kannað, og onkur skal avhoyrast afturat. Men greiðar ábendingar eru longu nú um, at eldurin er ásettur, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti, við blaðið.
Hann váttar, at løgreglan hevur illgruna til onkran persón í málinum. Men enn er kanningararbeiðið ikki liðugt, og tí fær løgreglan ikki sagt meiri í løtuni.
Gamla GÍ-húsið fekk rættiliga stóran skaða í eldinum, og ivasamt er, um tað kann gerast aftur, skrivar Dimmalæting.
