04-05-2013 18:18

Sýriski forsætisráðharrin koyrdur frá

Riyad Hijab er koyrdur frá sum forsætisráðharri í Sýrialandi
Mynd: Savnsmynd

Riyad Hijab fekk einans tveir mánaðir í sessinum sum stjórnarleiðari. Nú er hann flýddur til Jordan

Johnsigurd Johannesen | 6. aug kl. 11:43 | Dagf. 6. aug kl. 11:56

Sýriski forsætisráðharrin, Riyad Hijab, er koyrdur frá, sigur almenna sýriska sjónvarpið.

Hijab, sum var landbúnaðarmálaráðharri, tók við sum forsætisráðharri eftir tjóðartingsvalið fyri tveimum mánaðum síðani, sum skuldi rudda slóð fyri politiskum nýskipanum. 

Enn er ongin almenn fráboðan komin um, hví forsætisráðharrin er frákoyrdur, men ein ónevnd jordansk kelda hevur sagt fyri Reuters, at Riyad Hijb er flýddur til Jordan. 

Eisini sýriskar andstøðukeldur siga, at ráðharrin er lopin frá, og at hann er farin í part við andstøðuni. 

Tíðindastovurnar skriva, at Omar Ibrahim Ghalawanji er tilnevndur at standa á odda fyri eini fyribils starvsstjórn.

Hijab er ikki tann fyrsti sýrialendingurin, sum er lopin frá. Sambært altjóða miðlum eru tríggir fregnartænastuuyvirmenn eisini flýddi til Jordan seinastu dagarnar. 


Løgd út:
6. aug kl. 11:43
Dagførd:
6. aug kl. 11:56