Ógreitt nær nevningatingið verður

Enn er ógreitt, nær nevningatingið verður í málinum um Dánjal Petur Hansen, sum løgreglan sigur er fyribeindur.
Mynd: Savnsmynd

Nýggjar upplýsingar gjørdu, at nevningatingið móti manninum, sum verður ákærdur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, er útsett

Høgni Djurhuus  /  Johnsigurd Johannesen | 6. aug kl. 15:15 | Dagf. 6. aug kl. 15:43

Enn er ikki avgjørt, nær nevningatingið verður, sum skal gera av, um maðurin, sum verður ákærdur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, er sekur ella ikki.

Nevningatingið skuldi byrja mánadagin 3.september og vara í tvær vikur. 

Men so fekk løgreglan nýggjar upplýsingar, sum gjørdu, at í tveimum umførum varð leitað við servandum hundum eftir líkinum av Dánjali Peturi Hansen í Neshaga. Leitingin gav, sambært løgregluni, einki úrslit.

Nýggju upplýsingarnar gjørdu, at nevningatingið varð útsett. Nýggjur dagur er tó ikki ásettur enn.  


Løgd út:
6. aug kl. 15:15
Dagførd:
6. aug kl. 15:43