Óbrúktir fiskidagar eiga at verða latnir øðrum

Landsstýrismaðurin eigur at fáa heimild at lata ella selja øðrum óbrúktar fiskidagar, siga Tjóðveldi og Framsókn
Mynd: Savnsmynd

Tjóðveldi og Framsókn skjóta upp fyri tinginum, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur at taka óbrúktar dagar aftur at lata øðrum

Høgni Djurhuus  /  Johnsigurd Johannesen | 6. aug kl. 09:08 | Dagf. 6. aug kl. 09:08

Skip, sum fiska, eiga at kunna fáa fiskidagarnar hjá teimum, sum ikki fiska.

Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram lógaruppskot um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kann taka aftur óbrúktar fiskidagar og lata ella selja øðrum teir. Dagarnir kunnu eisini verða brúktir til at minka veiðitrýstið.

Hvørt fiskiár leypa nógvir fiskidagar av.   

Tjóðveldi og Framsókn vilja tí hava, at í hvørjum bólki eiga skip ella bátar, sum brúka allar sínar dagar, at sleppa fram at døgunum hjá teimum, sum ikki brúka teir, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum.

Ein framskriving 1.juni skal staðfesta, hvussu nógvar fiskidagar, hvørt fiskifar hevur eftir, tá fiskiárið endar 31.august. 

Dagarnir kunnu seljast á uppboðssølu, og pengarnir fara í landskassan. Fiskimálaráðið kann eisini lata dagarnar liggja fyri at stilla veiðitrýstið.    

 



Løgd út:
6. aug kl. 09:08