Meiri arbeiði gevur meiri kommunuskatt í Suðuroy

Eyðdis Ellendersen er borgarstjóri í Fámjin, sum eisini hevur fingið meiri í kommunukassan í ár.
Mynd: Savnsmynd

Kommunurnar í oynni hava fingið 4,7 prosent meiri í skatti í ár.

Høgni Djurhuus  /  Johnsigurd Johannesen | 6. aug kl. 13:11 | Dagf. 6. aug kl. 13:11

Meiri arbeiði og størri inntøka. Og einki arbeiðsloysi. 

Tað er tann stutta og einfalda frágreiðingin, nú kommunurnar í Suðuroynni fáa meira kommunuskatt.

Til 1. august fingu allar sjey kommunurnar í Suðuroynni meiri kommunuskatt enn í fjør -  tilsamans komu 3,2 milliónir krónur meiri í kommunukassarnar í ár.

Størsti vøksturin er í Fámjin, góð 15 prosent. Í Fámjin er einki stórt arbeiðspláss, men fólk arbeiða aðra staðni í oynni. Millum annað á nýggja uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri.

Skattaprosentið er tað sama, 19, og fíggjarætlanin fyri 2012 hevur somu skattinntøku sum í fjør, sigur borgarstjórin, Eyðdis Ellendersen. Men higartil eru komnar góðar 194.000 krónur, 15,3 prosent, meiri í kommunukassan. 

Eisini meiri í Hovi

Hovs kommuna hevur eisini fingið meiri í kassan í ár, yvir 235.000 krónur. Peningurin skal m. nýtast til eina nýggja spillivatnsætlan, sigur Delmar Tausen, borgarstjóri. Skattaprosentið í Hovi er 20,5 prosent. 

Kommunurnar í Suðuroynni hava fingið 4,7 prosent meiri í kommunuskatti í ár.

Allar 30 kommunurnar í Føroyum hava fingið slakar 25 milliónir meiri í skatti í ár, tað eru 3,10 prosent meira enn í fjør.







Løgd út:
6. aug kl. 13:11