20-05-2013 17:33

Samgongan: Einki skrásett parlag

Løgmaður ger í dag greitt, at samkynt parlag verður ikki samtykt undir hesari samgonguni.
Mynd: Savnsmynd

Løgmaður ger nú greitt, at einki skrásett parlag ella hjúnalag millum samkynd verður samtykt undir hesar samgonguni

Jákup Bogi Joensen  /  Johnsigurd Johannesen | 5. aug kl. 11:57 | Dagf. 5. aug kl. 22:52

Skrásett parlag ella hjúnalag millum samkynd verður ikki samtykt undir hesari samgonguni. 

Tað ger Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, greitt. 

Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, segði við útvarpið fríggjadagin, at samgongan er samd um leistin í hesum málinum. 

Hóast eitt slíkt uppskot neyvan kemur frá samgonguni, gloppar løgmaður, sum eisini er formaður í Sambandsflokkinum, dyrnar fyri sínum partamonnum í spurninginum um tey etisku málini. Teir gera sjálvir av, hvussu teir atkvøða, sigur hann.

Stendur á jøvnum

Formenninir í hinum báðum samgonguflokkunum, Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum og Kári P. Højgaard ur Sjálvstýrisflokkinum, hava sagt, at tað stendur  til hvønn einstakan tinglim, hvussu hann atkvøður í hesum málinum. 

Tað stendur mest sum á jøvnum í løgtinginum, tá talt verður upp, hvussu nógv taka undir við samkyndum hjúnaløgum.  16 tinglimir eru fyri, 15 eru ímóti, og tveir vilja ikki siga, hvørja støðu teir hava. 

Framsókn, sum er í andstøðu, hevur boðað frá, at flokkurin í hesari tingsetuni ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið, ið skal tryggjað samkyndum rættin at ganga saman í skrásett parlag.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.





Løgd út:
5. aug kl. 11:57
Dagførd:
5. aug kl. 22:52