Búkurin er skurðviðgjørdur ikki heilin
Tað sigur Símin Ósa, sum sá sær ongan annan útveg, enn at skurðviðgera seg fyri fiti
Kári Sólstein |
1. aug kl. 23:03 |
Dagf. 1. aug kl. 23:08
Fyri trimum mánaðum síðani vigaði Símin góð 126 kilo, og í dag er hann lætnaður eini 25 kilo. Hann hevði roynt alt, fyri at fara aftur í vekt og sjálvt um hann lætnaði viðhvørt, so var trongdin at eta so stór, at eftir stuttari tíð kom alt uppá aftur. Hann sá sær ongan annan útveg, enn at leggja seg undir skurð fyri fiti.
Í dag er hann lætnaður fleiri kilo, men trongdin eftir søtum er ikki horvin og hugurin at eta er enn sterkur.
"Tú skalt minnast til, at tú ert skurðviðgjørdur í búkinum og ikki í heilanum" sigur Símin Òsa smílandi og vísir til orðini, sum beiggi hansara Elmar Òsa, sum er lækni, segði við hann, tá ið hann gramdi seg um svongd og trongd til at eta okkurt sum honum dámdi væl.
Hoyr samrøðuna við Símin her:
