18-05-2013 11:32

Ongin broyting í eftirlønaraldrinum hesaferð

Ongin hækking verður í eftirlønaraldrinum næsta ár.
Mynd: Savnsmynd

Í løglistanum fyri nýbyrjaða tingárið sæst, at pensjónsaldurin hækkar ikki næsta ár

Høgni í Jákupsstovu  /  Grækaris D. Magnussen | 31. jul kl. 11:00 | Dagf. 31. jul kl. 11:00

Almannamálaráðið fer at koma við lógarbroytingunum í búskaparfrágreiðingini hjá landsstýrinum "Á rættari kós", sum kom í vár. Tó ikki at hækka pensjónsaldurin, verður lagt afturat í løglistanum. 

Í vár varð nevnt, at pensjónsaldurin skuldi hækka upp í 68 ár næsta ár. Og landskassin skuldi spara 33 mió. kr. Men øði kom í grindina, og samgongan vildi ikki rættiliga kennast við ætlanina um at hækka pensjónsaldurin næsta ár.

Sparingar
Almannamálaráðið skal, sambært játtanarkarminum fyri 2013, spara 52,3 mió. kr. í rakstri næsta ár. Av teimum stava 33 milliónir frá tillaging í pensjónsskipanini.  

Almannamálaráðið fer millum annað at koma við uppskotum um at herða dagpeningaskipanin og leggja niður átta pláss á røktardeildini á Klaksvíkar ellis- og røktarheimi, tá nýggja ellis- og røktarheimið í Klaksvík letur upp.    



Løgd út:
31. jul kl. 11:00