Assad skal sjúgva sær av landinum í stundini
Amerikanski verjumálaráðharrin heitir á sýrialendska forsetan, Bashar al-Assad, at taka seg aftur, og sjúgva sær úr Sýrialandi í stundini.
Mynd:
Savnsmynd
Amerikanski verjumálaráðharrin er ikki bleytur í orðalagnum, tá hann biður Bashar al-Assad sleppa sær úr Sýrialandi, og tað beinanvegin
Grækaris D. Magnussen |
31. jul kl. 15:45 |
Dagf. 31. jul kl. 15:45
Verjumálaráðharrin í USA,
Leon Panetta, er í løtuni á rundferð í Miðeystri. Fremstu ørindi hansara eru
borgarakríggið í Sýrialandi. Og hann leggur ikki fingrarnar ímillum.
Assad er greiður yvir støðuna
- Eg eri vísur í, at Assad
væl veit, at hann hevur trupulleikar, og at tað bert er ein spurningur um tíð,
til hann noyðist at leggja frá sær, segði Leon Panetta í einari samrøðu við CNN
í gjár. Panetta var tá staddur í Tunis.
- Eg meti, at um hann ætlar
verja seg sjálvan og familjuna, skal hann sjúgva sær út av landinum í stundini,
sigur amerikansk verjumálaráðharrin.

Løgd út:
31. jul kl. 15:45