25-05-2013 11:52

Rættindi hjá børnum skulu tryggjast

Sambært løgmansrøðuni er landsstýrið farið undir at fyrireika eitt uppskot til eitt serligt barnaumboð. Ætlanin er eisini at seta á stovn barnahús, alt fyri at tryggja rættindini hjá børnum.
Mynd: Savnsmynd

Landsstýrið ætlar at seta á stovn barnahús, ið skulu hjálpa børnum, sum hava verið fyri misnýtslu

Dagmar Joensen-Næs  /  Grækaris D. Magnussen | 30. jul kl. 11:36 | Dagf. 30. jul kl. 11:36

Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður Kaj Leo Johannesen frá, at barnahús skulu skipast, og hann segði eisini, at landsstýrið er farið undir at smíða eitt lógaruppskot um at skipa eitt óheft barnaumboð, ið skal tryggja rættindi hjá børnum.

Felagið "Verji børnini"
Eitt barnahús er eitt av krøvunum hjá nýstovnaða felagnum Verjið børnini, ið  eftir tingfundin í gjár handaði løgmanni 1000 undirskriftir við kravi um ymiskar lógarbroytingar, ið skulu verja børn ímóti kynsligum ágangi. 

Felagið vil millum annað eisini hava, at tað skal vera eitt krav, at øll, sum arbeiða við børnum, skulu sýna fram eina barnaváttan, og at dómurin fyri kynsligan ágang verður herdur.


Løgd út:
30. jul kl. 11:36