Heilsuhús skulu yvirtaka uppgávur hjá sjúkrahúsum

Heilsuhús skulu yvirtaka ymsar uppgávur, sum sjúkrahúsini hava í dag.
Mynd: Savnsmynd

Heilsuhús skulu skipast kring landið, sum skulu røkja partar av teimum tænastum, sum í dag verða veittar á sjúkrahúsunum, sigur løgmaður

Dagmar Joensen-Næs  /  Grækaris D. Magnussen | 30. jul kl. 11:16 | Dagf. 30. jul kl. 11:17

Landsstýrið er farið undir eina heilsunýskipan, ið skal tryggja eitt munadygt heilsuverk í framtíðini, segði løgmaður. 

- Vit skulu fara frá hugsanini um trý sjúkrahús og kommunulæknaskipan til hugsanina um eitt samanhangandi heilsuverk. Endamálið er at tryggja dygdargóðar heilsutænastur fyri øll, segði Kaj Leo Johannesen í løgmansrøðuni.

Ætlanin er, at kommunulæknar og aðrir fakbólkar skulu verða knýttir at heilsuhúsunum.

- Upplýsing og fyribyrging skal, eins og viðgerð, verða ein berandi partur av heilsutænastuni, og sjúklingurin skal takast meira við í viðgerðina, segði løgmaður.



Løgd út:
30. jul kl. 11:16
Dagførd:
30. jul kl. 11:17