Arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin byrjar skjótt

Landsstýrismaðurin í innlendismálum vil hava arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin (Skálafjarðartunnilin) at byrja sum skjótast.
Mynd: Savnsmynd

Arbeiðið at fyrireika Eysturoyartunnilin skal byrja longu í ár. Tað hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sett sær fyri

Dagmar Joensen-Næs  /  Grækaris D. Magnussen | 30. jul kl. 13:00 | Dagf. 30. jul kl. 13:01

Løgmaður gjørdi í ólavsøkurøðuni greitt, at landsstýrið vil fremja Eysturoyartunnilin. Ætlanin er at bjóða út einkarættin at gera og reka tunnilin, segði hann.
Tilsamans 12 miljónir eru settar av til Skálafjarðartunnilin í 2013 og 2014. 

Landsstýrismaðurin í innlendismálum ætlar at biðja løgtingið flyta part av játtanini fyri 2013 fram til í ár, so arbeiðið at fyrireika tunnilin kann byrja beinanvegin. 

Til fyrireikingartilfar
Tær 12 miljónirnar, ið standa á langtíðarætlanini, eru ætlaðar at útvega alt tað tilfarið, ið skal vera klárt, áðrenn tunnilin kann bjóðast út.
Samgongan er samd um, at tunnilin skal gerast av privatum. 

Privata felagið, ið tók stig til tunnilsætlanina, megnaði ikki at útvega fígging og noyddist tí at sleppa ætlanini. 

Síðani hevur verið arbeitt við eini ætlan um at lata eitt alment partafelag gera fyrst Skálafjarðartunnilin og síðani Sandoyartunnilin. Men hesari ætlan er ikki undirtøka fyri í samgonguni, sum í staðin vil hava, at eitt privat felag byggir og rekur Skálafjarðartunnilin. 

Drúgt fyrireikingararbeiði
Felagið, ið upprunaliga ætlaði at gera tunnilin, hevur gjørt eitt umfatandi fyrireikingararbeiði, ið millum annað fevnir um royndarboringar og ferðsluteljingar. Landsstýrismaðurin í innlendismálum fer at kanna, um tað ber til at keypa tilfarið frá felagnum fyri rímiligan kostnað. Um tað ikki ber til, má arbeiðið gerast av nýggjum. 

-Skálafjarðartunnilin er einasta verkætlan, ið vit vita um, ið kann geva yvirskot. Tí vilja vit royna at fáa hann í gongd sum skjótast, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum. 

Hann ivast ikki í, at privatur áhugi er fyri at gera tunnilin. 

- Allar kanningar hava víst, at hann hvílir væl og virðiliga í sær sjálvum. Hevði heimskreppan ikki spent bein fyri fíggingini, hevði arbeiðið langt síðani verið byrjað, sigur Kári P. Højgaard. 

Ein milliard krónur
Skálafjarðartunnilin er mettur at kosta eina miljard krónur. 

Landsstýrismaðurin væntar, at tað verður lættari hjá einum privatum felag at útvega neyðugu fíggingina, tá tað almenna er við í fyrireikingini.
Tær 12 miljónirnar, ið eru settar av til tunnilin, skulu koma aftur í landskassan, tá Skálafjarðartunnilin er vorðin veruleiki. 



Løgd út:
30. jul kl. 13:00
Dagførd:
30. jul kl. 13:01