07-05-2013 03:03

Moody lækkar virðið á týska búskapinum

Tað hóvar ikki týsku stjórnini, at Moody´s hevur lækkað virðið á týska búskapinum. Á myndini síggja vit Angelu Merkel saman við fíggjarmálaráðharranum, Wolfgang Schauble.
Mynd: Savnsmynd

Moody's broytti í gjár útlitini hjá týska búskapinum frá at vera støðug til at vera negativ orsaka av fíggjarkreppuni í evrulondunum

Ingi Samuelsen  /  Grækaris D. Magnussen | 24. jul kl. 11:35 | Dagf. 24. jul kl. 11:35

Sostatt hevur sterkasti búskapurin í Evropa ikki longur ovastu meting, nevniliga AAA. Eisini metingarnar fyri Holland og Luksemburg eru lækkaðar.

Í Týsklandi svaraði fíggjarmálaráðið beinanvegin aftur við at mæla ímóti og staðfesti, at týski búskapurin framvegis er støðufasta akkerið í evru-sonuni.

Grikkaland liggur sum ein lykkja

Moody's grundgevur sína meting við, at tað fær álvarsligar avleiðingar fyri sjálvt tann sterkasta búskapin í Evropa, um Grikkaland má fara úr Evru-samstarvinum. Eisini verður sagt, at alt bendir á, at fleiri bjargingarpakkar skulu til fyri at hjálpa londum sum Spania og Italia úr ringu gongdini.

Og tað eru teir sterku búskapirnir, ið skulu bera byrðarnar, um fleiri bjargingarpakkar skulu til - tað er ikki nóg mikið at koyra Grikkaland burtur úr samstarvinum.


Løgd út:
24. jul kl. 11:35