Í alt høvdu kommunurnar 28,9 milliónir krónur í avlopi í ársroknskapinum fyri 2011. Árið fyri var avlopið 24,1 milliónir krónur.
Tað vísir eitt yvirlit hjá Fíggjarmálaráðnum yvir ársroknskapirnar hjá føroysku kommununum fyri 2011.
Tvey tey seinastu árini hava sostatt verið hampiliga góð fíggjarliga hjá kommununum. Í 2009 høvdu kommunurnar eitt rættiliga stórt hall tilsamans, nevniliga 169 milliónir krónur.
Og væntandi fer árið í ár eisini at geva reyð tøl á botnlinjuni. Fíggjarmálaráðið sigur, at kommunurnar í ár væntandi fara at hava 74 milliónir krónur í halli.
