Forsetisráðharrin í Irak, Nuri al-Maliki, hevur givið irakiskum trygdardeildum og hjálparfelagskapum boð um at lata flóttafólk úr Sýria sleppa inn í Irak og veita teimum humanitera hjálp. Fyri fáum døgum síðani boðaði irakiska stjórnin annars frá, at bara irakar sluppu inn í landið úr Sýria.
Tíggjutúsundtals fólk flýggja
Tígggju túsundtals sýrar eru seinastu dagarnar flýddir undan ófriðinum í Sýria. Serliga nógv fólk eru flýdd úr høvuðsstaðnum Damaskus, har trygdardeildir hava rannsakað hús og handlar og pínt húsfólk og handilseigarar. Nógvir menn í besta aldri eru eisini dripnir. Tað siga mannarættindaeygleiðarar, sum savna inn upplýsingar frá eygnavitnum.
Tikið ræðið aftur í Razi
Almenna sýriska tíðindastovan Sana veit at siga, at sýriski herurin hevur endurskapað trygdina í býarpartinum Razi, har herurin hevur avbyrgt og dripið fleiri yvirgangsfólk, sum uppreistrarfólkið verður rópt.
Sýriska stýrið brúkar støðugt heitið "yvirgangsfólk" um vápnadu mótstøðufólkini
Hermenn hjá stjórnini hava eisini handtikið fleiri yvirgangsfólk, sum fjaldu seg í kloakskipanini í býnum, veit tíðindastovan Sana at siga.
