Hálvfjórða ára fongsul fyri pedofili

Mynd úr rættinum í Amsterdam.
Mynd: Savnsmynd

38 ára gamli Flóvin S. Olsen, sum hevur sitið fongslaður í Hollandi í meira enn eitt ár, er í dag dømdur hálvfjórða ára fongsulsrevsing.

Sigrún Brend  /  Grækaris D. Magnussen | 23. jul kl. 11:34 | Dagf. 23. jul kl. 11:34

38 ára gamli Flóvin S. Olsen er dømdur 30 mánaðar fongsul fyri kynsliga at hava misnýtt eina 9 mánaðar gamla gentu. Haraftrat er hann dømdur 12 mánaðar fongsulsrevsing fyri barnaporno.


Hvørki Flóvin S. Olsen sjálvur ella verji hansara møttu í rættinum í Amsterdam í dag. Og tað undraði dómarin.

Samstarvsviljaður
- Ákærdi hevur verið samstarvsviljaður og hevur svarað sagt seg angra sínar gerðir. Tí undrar tað meg, at hvørki hann ella verji hansara møta í rættinum at taka ímóti dóminum, segði dómarin sambært Sigrún Brend, sum varð stødd í rættinum í Amsterdam í dag.

Av dóminum eru 6 mánaðir treytaðir. Og tíðin, hann hevur sitið fongslaður, verður drigin frá. Sostatt kann Flóvin S. Olsen verða latin leysur á vári í 2014.

Í millum áhoyrararnar í rættinum í dag vóru omman og abbin hjá misnýttu 9 mánaðar gomlu gentuni, og umboð fyri fleiri fjølmiðlar.

Flóvin S. Olsen og verji hansara hava nú 14 dagar at kæra dómin, men í Amsterdam vænta tey ikki, at dómurin verður kærdur.


Løgd út:
23. jul kl. 11:34