19-05-2013 08:35

KÍ er einsamalt oddalið

Mynd: Savnsmynd

Bólturin er farin á rull aftur eftir summarsteðgin, og KÍ og NSÍ komu best frá byrjan við at vinna sínar dystir.

Maria Ziskason | 22. jul kl. 18:04 | Dagf. 23. jul kl. 00:18

TB 1 - 6 KÍ   

KÍ tryggjaði sær oddasessin í kappingini, tá ið teir vunnu sannførandi 6-1 ímóti TB við Stórá í Trongisvági.Fyrsta málið lat bíða eftir sær til stutt fyri hálvleik, tá ið Páll Klettsgarð setti hol á og legði gestirnar á odda 1-0. Lítla løtu seinni javnaði Bárður Dimon fyri TB, sum altso fór til hálvleik við góðum móti. Men í seinna hálvleiki skrædnaði hjá TB, og málini skolaðu inn. Við jøvnum millumbili øktu klaksvíkingar um leiðsluna, sum endaði við einum 6-1 sigri. Heðin Klakstein, Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Andy Olsen og Ivan Joensen skutu tey fimm málini í seinna hálvleiki.

 

EB/Streymur 1 - 1 B36

Við Margáir sá tað longi út til at verða B36, sum skuldi fara avstað við øllum.Atli Danielsen legði, umvegis brotsspark, gestirnar á odda, tá ið 20 minuttir vóru spældir. Leiðslan helt sær heilt til 5 minuttir fyri leiklok, tá ið Levi Hanssen, eftir miðvíst trýst á B36, javnaði fyri EB/Streym. B36 hevði bóltin á netinum einaferð eftir hetta, men tað málið varð kolldømt og soleiðis tryggjaði EB/Streymur sær eitt týdningarmikið stig, fyri at hanga fastir í KÍ í oddinum.

 

HB 2 - 4 NSÍ

Í Gundadali fóru gestirnir eisini avstað við øllum, tá ið NSÍ vann 4-2 á HB. Hóast HB hevði bóltin meir, má sigast, at NSÍ fekk meira burturúr sínum møguleikum, hóast teir kanska ikki vóru spælstýrandi.Klæmint Olsen umsetti eitt brotsspark til mál og legði soleiðis NSÍ á odda, tá ið ein hálvur tími var spældur. Síðani øktu Pól Jóhannus Justinussen og Árni Frederiksberg til ávíkavist 2-0  og 3-0, áðrenn Rókur av Fløtum Jespersen minkaði um munin fyri HB. NSÍ svaraði tó skjótt aftur við máli frá Árna Frederiksberg og ímóti endanum pyntaði Vagnur Mohr Mortensen uppá úrslitið fyri HB, soleiðis at dysturin endaði 4-2 til NSÍ.

 

B68 2 - 0 FC Suðuroy

B68 var størsti favoritturin hetta umfarið, og teir gjørdu sína skyldu við at vinna 2-0 ímóti FC Suðuroy á Svangaskarði. Fyrra málið kom tíðliga í dystinum, tá ið Bjarki Johannesen stútaði bóltin í málið. B68 var spælstýrandi allan dystin, men bólturin vildi treyðugt tað seinasta innum FC Suðuroy-verjuna. ikki fyrrenn stutt fyri leiklok bragdaði hjá toftamonnum, tá ið Kristian Anton Andreassen setti bóltin í netið til endaliga úrslitið 2-0 til B68.


Fimti og seinasti dysturin hetta umfarið er ímillum Víking og ÍF, og verður spældur 1.august.


Dagførd støða í EFFO deildini sæst til høgru á síðuni "ítrottur" og komandi umfar í EFFO deildini er á skránni um Ólavsøkuna:

 

27.07

ÍF - FC Suðuroy

KÍ - Víkingur

EB/Streymur - B68

Ólavsøkuaftan 28.07: HB - TB

Ólavsøkudag 29.07: B36 - NSÍ

 



Høvundur:
Maria Ziskason
Løgd út:
22. jul kl. 18:04
Dagførd:
23. jul kl. 00:18