Laurie Fulton kemur eftir ætlan til Vágar klokkan 13.30 við einum hernaðarflogfari hjá amerikanska flogvápninum. Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, tekur ímóti amerikansku sendikvinnuni.
Fyrrapartin týsdagin verður Laurie Fulton við á ráðstevnuni Partnership for Green Growth Event, har Føroya Tele er vertur.
Seinnapartin verður hon við á fundi, ið MFS skipar fyri um lesnað í USA.
Eftir hetta fer sendikvinnan at hitta Guðrun & Gurðun í handli teirra.
Mikudagin verður farið til Suðuroyar. Á Tvøroyri skal amerikanska sendikvinnan vitja á uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic og á sjúkrahúsinum. Síðani verður farið til Vágs, har hon fer at vitja savnið hjá Ruth Smith og Faroe Marine Technic.
Siglt verður úr Sumba til Fámjin, har kirkjan og fyrsta føroyska flaggið verður vitjað, áðrenn leiðin gongur norður aftur til Havnar.
Vitjanin hjá Laurie S. Fulton er onnur vitjanin í Føroyum, síðani hon varð svorin í eið sum amerikansk sendikvinna í Danmark.
