18-05-2013 06:59

Útróðrarmenn fáa onga felags makrelkvotu

Mynd: Savnsmynd

Teir 103 útróðrarbátarnir, sum undir samtakinum "Sjófeli" sóktu um 15 prosent av føroysku makrelkvotuni, hava loksins fingið svar.

Jón Brian Hvidtfeldt  /  Grækaris D. Magnussen | 18. jul kl. 15:15 | Dagf. 18. jul kl. 15:16

Tá makrelkvotan bvarð býtt politiskt millum ymsu skipabólkarnar, og 3000 tons fullu til bólkin, sum fevnir um útróðrarbátar, garnaskip og skip, sum fiska skeljadjór, dugdu flestu útróðrarmenn at síggja skriftina á vegginum.

Men nú er skriftin feld á blað Í einum svari til samtakið "Sjófeli", sum vegna 103 navngivnar útróðrarbátar søkti um 15 prosent av føroysku eginkvotuni av makreli.

Í Noregi fáa útróðrarbátar 15 prosent

Sjófeli vísti í umsóknini á, at í Noregi fáa útróðrarbátar 15 prosent av makrelkvotuni.

Meðan makrelbýtið millum skipabólkarnar varð gjørt politiskt - so byggir noktandi svarið úr Fiskimálaráðnum til Sjófeli einans á løgfrøðina. Fiskimálaráðið vísir á lógina um vinnuligan fiskiskap, sum sigur, at at tað er eigarin av einum fiskifari, sum fær útskrivað fiskiloyvi. 

-Tí er ikki heimild fyri at lata einum samtaki ella felagi eitt fiskiloyvi, har rættindini hjá fleiri fiskiførum eru løgd saman í eitt fiskiloyvi, sigur Fiskimálaráðið.

Samtakið Sjófeli ætlaði at savna makrelkvotuna til útróðrarflotan saman og síðani útvega sær eitt nótaskip til at fiska kvotuna.


Løgd út:
18. jul kl. 15:15
Dagførd:
18. jul kl. 15:16