13-05-2013 15:24

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fingið átalu

Bárður Enni er stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Mynd: Savnsmynd

Løgtingsins Umboðsmaður hevur givið Heilsufrøðiligu starvsstovuni eina átalu fyri at avgreiða innlitsumbøn ov seint.

Óluvá Zachariassen  /  Grækaris D. Magnussen | 17. jul kl. 15:31 | Dagf. 17. jul kl. 15:31

Heilsufrøðiliga Starvsstovan brúkti næstan ein mánað um at viðgera eina umbøn um alment innlit. Hetta hóast lógin sigur, at støða skal takast til eina innlitsumbøn skjótast gjørligt.

 

Skjótast tilber

Innlitslógin ásetur, at myndugleikin sum skjótast skal gera av, um innlit verður givið, og hvussu hetta verður gjørt. Um støða ikki er tikin til hetta innan 10 dagar frá tí, at umbønin er móttikin, skal myndugleikin boða viðkomandi frá orsøkini til hetta, og nær ein avgerð er væntandi.

 

Alt ov leingi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fekk innlitsumbønina tann 30. mai í ár, men avgerð verður ikki send til klagaran fyrr enn 29. juni - tað vil siga 29 dagar seinni.

Hetta er alt ov leingi, heldur Umboðsmaðurin, sum gevur Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eina átalu fyri drálið. Umboðsmaðurin sigur, at onki bendir á, at talan var um nakað serliga fløkjasligt ella torført mál, og tí átti Starvsstovan at kunna avgreitt umbønina skjótari. 



Løgd út:
17. jul kl. 15:31