18-05-2013 07:29

Tiltøk raka bara makrel og hjáveiðu

ES-tingið í Brússell.
Mynd: Savnsmynd

Tiltøkini, sum ES fyrireikar móti Føroyum og Íslandi, fara bara at umfata makrel og hjáveiðu, tá makrelur verður fiskaður

Høgni Djurhuus  /  Grækaris D. Magnussen | 16. jul kl. 13:45 | Dagf. 16. jul kl. 13:45

Bara fiskur, sum er í trolinum saman við makrelinum, kemur undir orðingina "associated species."

 

Tað sigur Gunnar Holm Jacobsen, sendimaður í Brússel. Og tað hevur hann fingið at vita frá álítandi keldum í ES-ráðnum, sigur hann.    

 

Eina ferð í oktober hevur ES amboðið klárt at brúka móti Føroyum og Íslandi fyri at fáa londini bæði at góðtaka makrelkvoturnar, sum ES og Norra bjóða teimum.

Heimmildin samtykt 

Fiskivinnunevndin hjá ES samtykti mikudagin einmælt heimildina. Og í september fara ES-ráðið og ES-tingið endaliga at samtykkja heimildina. Hon skal síðani lýsast í kunngerðarblaðnum hjá ES og kemur so í gildi 20 dagar seinni.

 

Ætlar ES at seta í gildi innflutningsbann móti Føroyum og Íslandi, fáa Føroyar og Ísland ein mánað at hugsa seg um og gera, sum ES krevur. Gera tey ikki tað, verða tiltøkini sett í verk.

 

Ger innflutningsbannið ikki mun, kann ES eisini seta handilsforðingar móti skipasølum og nokta føroyskum og íslendskum skipum at koma í ES-havn.


Seinastu trý árini hava ES, Noreg, Føroyar og Ísland havt 13 úrslitaleys samráðingarumfør um makrelin.

 



Løgd út:
16. jul kl. 13:45