Kann hava funnið orsøkina til vánalig luktievnir

Tilvildarlig mynd
Mynd: Savnsmynd

Mannaættin hevur munandi vánaligari evnir at kenna lukt samanborið við nógv djór. Svenskir granskarar kunnu hava funnið orsøkina.

Jógvan Hugo Gardar | 14. jul kl. 13:48 | Dagf. 14. jul kl. 13:48

Á Karolinska Institutet í Svøríki hevur Jonas Frisén, professari, staðið á odda fyri eini granskingarætlan sum hevur roynt at finna út av meir um nervasellurnar á nervalepanum í heilanum.

Útrokningarnar hjá granskarunum vísir at vit framleiða ikki nýggjar nervasellur í hesum partinum av heilanum aftaná at vit eru borin í heim.

Eg havi sjáldan uppliva at gerast so skakkur av einum granskingarúrsliti, sigur Frisén á egnu heimasíðuni hjá universitetinum.

Í nógv ár hildu granskarar at nervasellurnar blivu mentar fram til føðing, og at man so ikki fekk nýggjar sellur. Nýggjari gransking vísir at nervasellurnar halda fram við at endurnýggja seg hjá nøkrum djórasløgum.

Granskingin hjá Frisén vísir nú at mannaættin ikki fær nýggjar nervasellur á nervalepanum.

- Menniskja hevur ikki líka nógv brúk fyri luktievninum fyri at yvirliva um vit samanbera okkum við nógv djór. Kanska tað er orsøkin til at vit ikki hava evnini at menna nýggjar nervasellur knýttar til evnini at lukta, sigur Frisén.

 

 

 



Løgd út:
14. jul kl. 13:48