18-05-2013 11:57

Fámará eigur at ganga umaftur

Mynd: © kvf

-Somikið stór mistøk eru gjørd í málinum, tá festið í Fámará varð bjóðað alment til sølu, at festið sum minstakrav má bjóðast út av nýggjum

Jón Brian Hvidtfeldt  /  Grækaris D. Magnussen | 14. jul kl. 15:01 | Dagf. 14. jul kl. 15:01

Tað sigur advokaturin hjá Jóhan Dalsgaard, sum vísir á "procedure-feilir" hjá advokatinum Jens Andrias Vinther, ið stóð fyri søluni av Fámará vegna Búnaðarstovuna.

Innlit í málið vísir, at Jens Andrias Vinther kunnaði onkran av teimum, ið bjóðaðu, um, hvat onkur av hinum hevði bjóðað. Og hartil góðtók hann eitt sonevnt "rullandi boð", har eini umsøkjarin segði seg vilja leggja 1000 krónur omaná, um onkur annar bjóðaði hægri.

Grundleggjandi feilir

Thorkild Høyer, advokatur hjá Jóhan Dalsgaard, grundgevur soleiðis fyri at sølan av festinum, um Fiskimálaráðið væl at merkja ikki letur hansara klient fáa festið, sum minstakrav má ganga umaftur:

Jens Andrias Vinther, advokatur hjá Búnaðarstovuni, greiðir í einum telduposti til Fiskimálaráðið og stjóran á Búnaðarstovuni, sum útvarpið hevur fingið innlit í, frá tilgongdini at selja festið í Fámará.

Sambært frágreiðingini var hægsta boð framvegis 100.000 krónur, um morgunin 25.juni, dagin tá freistin at bjóða var úti á middegi.


Fleiri boð


Men henda fyrrapartin kom so røringur í, og fleiri boð á borðið.

Fyrsta boðið var frá Jóhan Dalsgaard, 125.000 krónur kontant og 390.275 krónur sum útlegg sambært eini uppgerð. Also eitt mótkrav fyri arbeiði at hava umvølt bygningar og annað arbeiði í Fámará. Tilsamans 515.275 krónur.

Jens Andrias Vinther kunnar síðani Árna Brattaberg, sum átti boðið á 100.000 krónur, um boðið frá Jóhan Dalsgaard. Brattaberg svarar, at hann so væntar at fara at bjóða 520.000 krónur fyri festið.


Advokaturin órógvaður


Advokaturin verður síðani órógvaður tvær ferðir av telefonsamrøðum um onnur, týðandi mál, sum hasta almikið. Klokkan nærkast nú tólv. Hann roynir tó at fylgja við á telduni, meðan hann tosar. Klokkan 11:49 fær hann teldupost við einum boði uppá 520.000 frá Árna Brattaberg, umframt eitt boð uppá 206.000 krónur frá Niels Winther Poulsen, advokati, fyri ónevndan bjóðara.

Klokkan 11:59 sendir Árni Brattaberg ein teldupost afturat, har hann boðar frá, at um so er, at onkur bjóðar meira enn tær 520.000 krónurnar, ið hann longu hevur bjóðað - ja, so vil hann bjóða 1000 krónur omaná, upp til 600.000 krónur.

 

Tosar í telefon


Ímeðan hann lesir teldupostarnar, og framvegis tosar í telefon, gerst klokkan 12.

 

-Eg nái sostatt ikki at boða nøkrum øðrum frá, at tey seinastu boðini eru komin inn, áðrenn klokkan gerst 12, og freistin fyri at bjóða sostatt fer, skrivar Jens Andrias Vinther í teldupostinum til Fiskimálaráðið og stjóran á Búnaðarstovuni.

 

4. juli innstillar Jens Andrias Vinther, advokatur, til Búnaðarstovuna, at hægsta boð fær festið. Í umrødda telduposti, sum er dagfestur 5. juli, skrivar advokaturin, at eftir hansara tykki eigur Fiskimálaráðið at vera varið við at geva einum máli sum hesum steðgandi virknað orsaka av eini kæri, sum "rættiliga opinbart onki grundarlag hevur".

 

Í gjárkvøldi gav Fiskimálaráðið kæraranum, Jóhan Dalsgaard, boð um, at hansara kæra hevur fingið steðgandi virknað, meðan málið verður viðgjørt.

 

 



Løgd út:
14. jul kl. 15:01