29-04-2013 23:37

John Terry fríkendur fyri rasismu

John Terry er í dag fríkendur fyri skuldsetingarnar um rasismu.
Mynd: Savnsmynd

Liðskiparin hjá Chelsea, John Terry, er júst fríkendur fyri skuldsetingarnar um rasismu

Grækaris D. Magnussen | 13. jul kl. 15:11 | Dagf. 13. jul kl. 15:11

John Terry varð skuldsettur fyri at vera komin við rasistiskum útsagnum móti Anton Ferdinand, ið spælir við Queens Park Rangers.

Oktober í fjør

John Terry skuldi vera komin við útsagnunum eftir ein dyst millum Chelsea og Queens Park Rangers í oktober í fjør.

Terry hevur alla tíðina víst skuldsetingunum aftur, og sambært Sky Sports er hann fríkendur í dag.

Fleiri hava stuðlað John Terry hesa tíðina, síðan skuldsetingarnar kyknaðu í fjør. Millum stuðlarnar hava millum annað verið liðfelagar hansara Frank Lampard, Fernando Torres og Petr Cech. Fyrrverandi venjarin hjá Chelsea, Jose Mourinho, hevur eisini stuðlað John Terry í hesum málinum.



Løgd út:
13. jul kl. 15:11