Búnaðarstovan hevur tvey sløg av tilboðum upp á festið, tvey í pengum og
tvey í pengum og mótkrøvum. Og verða mótkrøvini tikin við, hevur uppsitarin seinastu 12 árini nógv
hægsta boðið.
Men Búnaðarstovan góðtekur ikki mótkrøv
sum pengar. Festið varð selt við kravi um bankatrygd fyri boðnum. Og tá hevur
maðurin, sum einaferð var festari í Fámara, hægsta boð:
Viðgerðin ikki byrjað
Nú 11 dagar eru farnir, síðani Johan Dalsgaard í Fámara kærdi
Búnaðarstovuna til Fiskimálaráðið, er viðgerðin í Fiskimálaráðnum ikki
rættiliga byrjað, tí ymiskt samskifti hevur verið millum partarnar.
Fiskimálaráðið skal í fyrsta umfari taka støðu til, um kæran skal hava
steðgandi virknað, tað er, um Búnaðarstovan skal bíða við at selja festið í
Fámara til kæran er avgreidd.
Í øðrum lagi bað Johan Dalsgaard um, at alt málið verður tikið frá
Búnaðarstovuni og latið øðrum stovni.
Steðgandi virknað
Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at tey fara fyrst at
taka støðu til, um kæran frá Johan Dalsgaard skal hava steðgandi virknað. Og
sum skilst fær kæran steðgandi virknað, men avgerðin er ikki tikin enn.
Tá endaliga freistin at bjóða upp á festi í Fámara var farin, vóru fýra
boð. Tvey boð vóru í reinum pengum og tvey vóru bæði í pengum og við
mótkravi.
Taka við boðini í reinum pengum hevur Árni Brattaberg í Vági hægsta boð,
520.000 kr., næst hægsta boð hevur Jens Heri Jacobsen í Sumba, 400.000 kr. Jens
Heri hevur verið uppsitari í Fámara í 12 ár. Síðani er eitt boð frá Niels
Winther Poulsen, advokati, fyri ónevndan bjóðara, tað boðið er 206.000 kr.
Fjórða og lægsta boð eigur Johan Dalsgaard, 125.000 kr.
Mótkrøv
Men so hava Jens Heri Jacobsen og Johan Dalsgaard mótkrøv, Jens Heri
fyri at hava verið uppsitari í 12 ár, og Johan Dalsgaard fyri at hava umvælt
bygningar og gjørt annað arbeiði í Fámara.
Tá mótkrøvini, ella endurgjaldakrøvini, eru tald við, sær røðin soleiðis
út: Jens Heri Jacobsen bjóðar eina millión og 712.500 kr., Árni Brattaberg
520.000 kr., Johan Dalsgaard 515.275 kr. og ónevndi bjóðarin hjá Niels W.
Poulsen 206.000 kr.
Tekur ikki mótkrøvini við
Búnaðarstovan telur ikki mótkrøvini við. Tá festið varð lýst til
sølu, stóð í lýsingini, at tey, sum bjóðaðu, skuldu hava váttan frá
peningastovni um fígging, sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni.
Og tá er boðið, sum er 520.000 kr., hægsta boð. Tað boðið eigur Árni
Brattaberg. Og enn hevur Búnaðarstovan ikki steðgað viðgerðini av sølumálinum.
Búnaðargrunnurin, sum skal góðkenna
festibrævið og senda tað til tinglýsingar, mælir frá at steðga søluni, tí tá er
vandi fyri, at hægstbjóðandi, Árni Brattaberg, tekur seg aftur.
