19-05-2013 16:08

Læknin orsøk til at sjúklingar siga nei takk

(Tilvildarlig mynd)
Mynd: Savnsmynd

Vánaligt samskifti millum læknar og krabbasjúklingar ger at sjúklingar oftani velja aðrar viðgerir enn tað læknarnir ynskja at bjóða.

Jógvan Hugo Gardar | 8. jul kl. 12:02 | Dagf. 8. jul kl. 12:03

Hetta er ein av niðurstøðunum í eini kanning sum fyri stuttum bleiv almannakunngjørd í Scandinavian Journal of Caring Sciences.

- Framferðin og mátin læknin samskiftir við sjúklingin uppá hevur stóran týdning fyri um sjúklingurin velur at brúka alternativar viðgerðarhættir, sigur Anita Salamonsen í samrøðu við heimasíðuna hjá norska Nasjonalt Informasjonssenter for Alternativ Behandling. Hon arbeiðir á granskingardeplinum fyri ?komplimentær og alternativ medisin? á heilsuvísindaligu deildini á Universitetinum í Tromsø.

Kanningin byggir á umfatandi samrøður við 13 krabbasjúklingar, sum greiða frá hvussu tey blivu tikin ímóti av 46 ymiskum serlæknum innan krabbameinsviðger.

Helvtin av sjúklingunum valdu at gevast við viðgerini sum tey fingu gjøgnum  sjúkrahúsverkið. Orsøkin til hetta var sambært sjúklinginum at tey kendu á sær at samskiftið ikki riggaði við læknarnar.

- Sjúklingarnir søgdu at teir høvdu eina kenslu av at læknanirnir hildu at teir ikki vóru førir fyri at ansa eftir sær sjálvum, og læknarnir skulu hava givið til kennar at teir hildu sjúklingarnar vera "lættir at snýta", "býttir" og "ábyrgdarleysir".  Um royndirnar hjá krabbasjúklingunum gera at teir velja burtur ella útseta viðger, so kann man siga at vánaligt samskifti er ein heilsuvandi, sigur Salamonsen.



Løgd út:
8. jul kl. 12:02
Dagførd:
8. jul kl. 12:03