18-05-2013 05:13

Strangari krøv at fáa dagpening

Kravið um tilknýti til arbeiðsmarknaðin fyri at fáa dagpengar verður hert.
Mynd: Savnsmynd

Almannamálaráðið hevur gjørt uppskot, sum er sent til hoyringar

Høgni Djurhuus  /  Johnsigurd Johannesen | 6. jul kl. 08:58 | Dagf. 6. jul kl. 08:58

Á nýggjárinum verða krøvini fyri at fáa dagpengar úr landskassanum herd.

Tað sæst í lógaruppskoti, sum Almannamálaráðið hevur sent til hoyringar. 

Kravið um tilknýti til arbeiðsmarknaðin fyri at fáa dagpengar verður hert. Og rætturin hjá fyritíðarpensjónistum at fáa dagpengar verður avmarkaður. Sambært uppskotinum hækkar kravið um tilknýti til arbeiðsmarknaðin úr 20 tímum upp í 80 tímar seinastu fimm vikurnar.

Tað merkir, at eitt meira støðugt tilknýti til arbeiðsmarknaðin krevst fyri at vera í sjúkradagpengaskipanini. 
 
Og fólk, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, missa rættin til dagpening vegna sjúku. Hjá fólki við miðal ella lægstu fyritíðarpensjón verður rætturin til dagpening lækkaður úr 40 niður í 20 vikur.  

Almannamálaráðið veit ikki rættiliga, hvussu nógv, landskassin sparir. Men missa fyritíðarpensjónistar við hægstu pensjón dagpengarnar, sparir landið 1,8 mió. kr. um árið. 

Uppskotið er partur av tiltøkunum í Búskaparfrágreiðingini ?Á rættari kós? fyri at røkka málinum um at halda játtanarkarmin fyri 2013.    



Løgd út:
6. jul kl. 08:58