Høvuðssøgan í sjónvarpssendingini Fríggjakvøld í kvøld
snýr seg um, at ein andstøðupolitikari í býráðnum hevur kært miðlaráðgevan í
Tórshavnar kommunu til borgarstjóran.
Kaj Joensen,
reportari, hevur brotið nøkur persónlig mørk, tá hann saman við Bárði Veihe,
myndamanni, í vikuni gjørdi reportasju úr Vestmanna, sum rópar seg
ferðavinnuhøvuðsstaðin.
Eitt innslag verður um
tvey heimalomb, sum veruliga hava sett lív í tey gomlu á Tjarnargarði í Havn. Eitt annað innslag
snýr seg um filmsskúlan Nollywood, sum er í hesum døgum í
Nólsoy.
Kjak um fátækradømi
Evnið við kjakborðið
er fátækradømi her heima. Eydna Skaale hevur vitjað heima hjá einum av teimum
4000 føroyingunum, sum liva í fátækraváða.
Gestir í kjakinum í
kvøld eru Sonja Jógvansdóttir og Bergtóra Høgnadóttir. Orðaskiftið snýr seg um,
hvussu umfatandi trupulleikin við fátækradømi er í Føroyum.
Eiga vit at gera
nakað, og kunnu vit gera nakað?
Fríggjakvøld kemur klokkan 19. Vertir í sendingini eru Finnur Koba og Eydna Skaale
