21-05-2013 06:07

Fátækraváði: Soleiðis roknar tú

Í 2010 var markið fyri, nær tú ert í fátækraváða, 115.490 kr. í javnvirðisinntøku.
Mynd: Savnsmynd

Fátækraváði var kjakevni í sendingini Fríggjakvøld. Niðanfyri ber til at rokna út, um tú ert í fátækraváða

Eydna Skaale | 6. jul kl. 19:30 | Dagf. 6. jul kl. 19:31

Fyrst skalt tú leggja limirnar í húskinum saman eftir fylgjandi frymli. Tann fyrsti vaksni telur 1, næsti vaksni telur 0,5 og børn undir 14 ár telja 0,3.

Um tit til dømis eru 2 vaksin og tvey børn undir 14 ár, sær tað soleiðis út:

1 (fyri tann fyrsta vaksna)

+ 0,5 (fyri tann næsta vaksna)

+ 0,3 (fyri annað barnið)

+ 0,3 (fyri hitt barnið)

= 2,1

Fátækramarkið

Fyri 2010 er markið fyri, nær ein er í fátækraváða, ein javnvirðisinntøka á 115.490 kr. Tað vil siga, at tey, sum liva støk, skulu hava eina tøka inntøku á 115.490 kr fyri ikki at fella undir markið.

Fyri at rokna eitt húski við einum støkum og einum barni, skalt tú nýta roknistykkið omanfyri - 1 fyri tann vaksna og 0,3 fyri barnið.

115.490 skal nú faldast við 1,3. Tað gevur 150.137 og er fátækraváðamarkið fyri ein stakan við einum barni.

Eitt húski við tveimum vaksnum og 3 børnum skulu hava eina tøka inntøku á 115.490*2,4= 277.176 kr. osfr.

Fellir samlaða tøka inntøkan undir roknaða markið eru tit í fátækraváða.

kelda: www.hagstova.fo



Høvundur:
Eydna Skaale
Løgd út:
6. jul kl. 19:30
Dagførd:
6. jul kl. 19:31