12-04-2013 08:03

EB/Streymur framdi bragdið

EB/Streymur vann 3-1 ár armenska liðnum (savnsmynd)
Mynd: © Rúni Dam

EB/Streymur vann uppibornarn 3-1 sigur á armenska liðnum Gandzasar FC. Dysturin varð leiktur á ovara vølli í Gundadali í gjárkvøldið.

Grækaris D. Magnussen | 6. jul kl. 11:38 | Dagf. 6. jul kl. 11:39

Fáur mundi rokna við, at EB/Streymur fór at vinna á armenska liðnum, sum í fjør gjørdist nummar 2 í fremstu armensku kappingini. Men EB/Streymur gjørdi bart, og liðið í Sundalagnum vann so ruddiliga 3-1.

Tvey mál vórðu skotin við brotssparki, sum Levi Hansen setti í netið. Triðja málið skjeyt Hans Pauli Samuelsen.

EB/Streymur og Gandzasar FC leika returdystin í Armenia um eina viku.





Løgd út:
6. jul kl. 11:38
Dagførd:
6. jul kl. 11:39